top of page
Search

Zacharias Zachariassen

Brot úr tveimum talum við 60 ára millumbili


„… Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin.“ Seinna Kongabók 4.9


Fyri mær var hatta Zakaris. Vit sakna hann. Hann hevði fylt 90 í summar.

Vit fara at hyggja at brotum úr tveimum talum hjá Zakarisi. Tann fyrra er frá evangeliskum møti – skilji eg tað rætt – heilt afturi í 50-unum. Tann seinna er úr talu, sum hann talaði á uppbyggingarmøti í 2017, nakrar mánaðir, áðrenn Harrin tók hann heim. Har eru mong ár ímillum. Áhugavert er at síggja munin á stílinum, men boðskapurin er hin sami, nevniliga, at tað er bara Ein, sum kann grípa inn og frelsa – Harri okkara, Jesus Kristus.


* * *

Brot úr talu frá 50-unum:

Eg kenni við mær sjálvum, at Harrin hevur lagt mær ein boðskap á hjartað í kvøld, og eg eri vissur í, at her eru mangar sálir inni í kvøld, sum treingja til ein Frelsara, sum treingja til at játta sínar syndir yvir fyri tí livandi Gudi. Og eg eri klárur yvir tað, at sjálvt um hesin boðskapurin skal vera veikur og elendigur, so er tað ein boðskapur, sum Harrin sjálvur hevur lagt mær á hjartað.


Eg vildi gjarna í kvøld lisið nøkur skriftstøð út frá Guds orði og víst á, hvussu menniskjalyndið er, og hvussu mangan, vit kunnu játta várar syndir, og álíkavæl einki meina við tað. Vit kunnu lesa frá Aðru Mósebók, 9. kapittul og 27. vers:


„Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði við teir: „Hesa ferð havi eg syndað! Tað er HARRIN, sum hevur rætt, eg og fólk mítt, vit hava órætt!““


Vit síggja her, at tá ið Harrin noyddist at leggja Sína hørðu hond á Farao, tá rópar hann og sigur – eg havi syndað. Á, hvussu mangan, tá ið vit standa yvir fyri tí livandi Gudi, tá ið trupulleikar, sjúka og elendigheit kemur á okkara leið, at vit rópa á Harran og siga: „Eg havi syndað.“ Og vit síggja her, at sjálvt um hann rópar hetta, so álíkavæl, so vil hann ikki av fullum hjarta geva seg yvir til tann livandi Gud.


Kæri vinur! Um tú hevur verið í einari slíkari støðu, sum Farao her. Um tú hevur verið úti á havinum, og tú ert ein sjómaður, og um tú hevur verið í illveðri, í ódnarveðri, og skipið er líka við at forlista, og tú hoyrir, hvussu viðurin brakar, hvussu masturin brotnar, og hvussu alt ber inn í deyðan, og tá ið aldurnar eru við at gloypa tínum vraki. Tá rópar tú til Gud og sigur: „Eg havi syndað.“


Men hvat hendir? Tá ið aftur er blivið slætt, so hevur tú gloymt alt, sum hendi. Á, kæri vinur! Gud er ikki at spotta.


* * *


Brot úr talu frá 2017:

Gott kvøld øll somul og gleðiligar páskir. Tað er mær ein stórur framíhjárættur at hava eitt orð her í kvøld, og eg vóni, at Harrin skal signa tað til hvønn einstakan av okkum.


Eg vil fegin lesa nøkur vers úr Rómbrævinum áttanda kapitli:


„Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Róm. 8.2


„í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú. Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.“ Róm. 8.21-23


Orð Guds og aldarlangar royndir menniskjans vísa okkum týðiliga og greitt, at hesin heimur er ein táradalur og eitt deyðans tilhaldsstað.


Eg havi í hesum sambandi hugsað nógv um, hvussu mong av okkara kæru náðisystkjum hesa seinastu tíðina eru rakt av sjúku og líðing av ymiskum slagi, og hvussu bæði tey sjálv og familjur teirra fara ígjøgnum ómetaligar likamligar og sálarligar líðingar og pínu. Eg føli so hjartaliga við tykkum og biði Gud um at troysta tykkum og linna pínuna ella grøða sjúkuna, um so skuldi verið Hansara vilji.


Í náttúruni er ein lóg, sum ger seg galdandi innan øll økir og ger, at alt, ið skapt er, eldist, viknar, følnar, fúnar, rustar, forferst og við tíðini forgongur og doyr. Orð Guds kallar hesa lóg fyri lóg forgeingiligleikans, trældómur forgeingiligleikans. Vit uppliva hana øll somul hvønn dag.


Men boðskapurin endar ikki so dapur har, tí so sigur ápostulin, at vit: „stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.” Hvussu letur hetta seg gera? Jú, Hann, Harrin Jesus, bar syndina og bannið á likami Sínum. Tí er tað, vit lesa í Opinberingini 22. kapitli, vers 3, at: „Einki bann skal vera longur.“


Hetta er dýrdin. Hetta er endurloysing likams okkara. Hetta er uppreisnin, og hetta er hin sæla vónin, sum vit tráa og stunda eftir. Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen

19. Septembur 2025

ree

 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page