top of page
Search

Vinabond

„Jesus svaraði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, ...“ Markus 10.29-30


Myndin omanfyri er tikin í BWI floghavnini 14. desember 1985 (BWI stendur fyri Baltimore Washington International). Menninir á myndini eru – saman við konum og børnum – komnir at siga okkum farvæl. Vit høvdu nú í tvey ár bíðað eftir at fáa innfararloyvi til Indonesia, men har var einki komið. Og nú høvdu vit avgjørt at fara til Føroyar at halda jól. Um innfararloyvi at fara til Indonesia ikki kom innan ársskiftið, so fóru vit til Filipsoyggjarnar. Tað bleiv Filipsoyggjar, og har lendu vit 18. januar 1986.

Aftur til menninar á myndini. Nøvnini eru frá vinstru: Brian, kona hansara eitur Vicky; Frank, kona hansara var Joyce; og Jim, kona hansara eitur Barb. Orðtøkini 20.6 siga:


„Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?“


Hetta vóru fólk, sum aftur og aftur høvdu prógvað, hvat tað er at vera trúføst vinfólk – serliga hesa tíðina, vit høvdu bíðað eftir innfararloyvi til Indonesia.

Ætlanin hevði verið at fara til Indonesia á sumri 1984, men so læsti Harrin dyrnar. Vit høvdu vónað, at tær fóru skjótt upp aftur, men so skuldi ikki verða, og nú vit vóru í floghavnini, hálvtannað ár seinni, vóru tær enn læstar.

Ben varð føddur 15. november 1984. Ætlanin hevði verið, at hann skuldi verða føddur í Indonesia, men so bleiv ikki. Hann varð føddur í Baltimore inn í umstøður, har alt var fyribils. At liva undir so óvissum umstøðum við trimum smáum børnum var ikki bara sum at siga tað. Tá kendist serliga gott at hava góðar vinir rundan um seg. Harrin gav okkum nógv góð vinfólk hesi árini, men hesi trý hjúnini, sum vit tosa um her, royndust okkum serliga væl. Hetta vóru fólk, sum brendu fyri at vera liðir í, at evangeliið fór út til endar jarðarinnar. Tað var verk Harrans, tað snúði seg um, ikki alt tað, sum flest onnur liva fyri.

Eitt, sum er serligt við myndini, nú mann hyggur at henni, er, at hetta var síðstu ferð, vit øll vóru saman. Næstu ferð, vit komu aftur, vóru Barb og Jim flutt. Og aftur nøkur fá ár seinni fluttu Vicky og Brian. Eftir amerikanskum málistokki fluttu Barb og Jim ikki so langt, bara til Pennsylvania. Tað var tó so mikið langt, at tað var langt ímillum, at vit sóu hvør annan. Vicky og Brian fluttu allan vegin til Kalifornia. Barb og Jim búgva nú í Florida, og Vicky og Brian í Wyoming. Vit hava hildið sambandið øll árini, og sjálvt um tað kann vera langt ímillum, at vit møtast, so er tað altíð gott og gevandi at vera saman aftur.

Joyce og Frank vóru tey einastu, sum ikki fluttu burt; men tíverri mistu vit sambandið við tey. Nøkur ár eftir, at vit fluttu til Filipsoyggjar, vendi Frank bæði Harranum og familjuni bakið. Ómetaliga syrgiligt. Vit høvdu samband við Joyce nøkur ár eftir hetta, men so bleiv hon eisini burtur. Keðiligt – men kortini minnast vit við takksemi vinabandið, sum vit einaferð nutu saman.


Í Bíbliuni stendur nógv um vinabond, og hvussu týdningarmikil tey eru. Týdningurin gerst ikki minni, sum vit eldast.

Í Orðtøkunum stendur:


  • „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ Orðt. 13.20

  • „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ Orðt. 17.17

  • „Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir.“ Orðt. 18.24

  • „Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.“ Orðt. 27.9


Job hevur eisini nógv at læra okkum um vinabond:

  • „Táið teir tríggir vinmenn Jobs fingu at frætta um alla hesa vanlukku, ið rámt hann hevði, komu teir, hvør úr heimstaði sínum, Elifaz Temanitur, Bildad Suhitur og Zofar Na’amatitur; og teir gjørdu av sín ámillum at fara til hansara og vísa honum samhug og ugga hann.“ Job 2.11

  • „Hin vónleysi átti at møtt kærleika hjá vini sínum, um hann so tíggjusinni er farin burtur frá at óttast hin Alvalda.“ Job 6.14

  • „Náði, vinir mínir, náði! Tí hond Guds hevur nomið meg.“ Job 19.21 • „... hinar tríggjar vinir hansara, tí teir vitstu einki at svara og dømdu tó Job sekan.“ Job 32.3

  • „HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; ...“ Job 42.10


Og so eitt rend í Ápostlasøguna 27.3:


„Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius – sum vísti Paulusi vælvild – gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra.“


Vit enda við Orðum Jesusar í Jóhannesi 15.14-15:


„Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.“


Gott at eiga góðar vinir og ikki minst Vinin, sum ber av øllum. Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen

5. Septembur 2025

ree

 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page