Tá særdur úr slagnum tú sløðrandi steig – lít, lít tá á Gud
- snidgev
- Oct 3
- 3 min read
Fyri mongum árum síðani sá eg ein film um eini hjún, sum fluttu inn í ein fjarlagdan ættarbólk. Filmurin lýsti hvussu tey fyrst lærdu seg mál og mentan. Tá ið tey kendu seg búgvin til tess, lutaðu tey evangeliið. Tey gjørdu eitt megnarverk, og var tað bæði spennandi og grípandi at síggja ávirkanina, evangeliið hevði, umframt at hoyra vitnisburðir teirra, sum komu til trúgv. Hetta gav av sonnum luft undir veingirnar.
Nøkur ár seinni fekk eg at vita, at tá ið hesi hjúnini av fyrstan tíð fluttu inn í bygdina, vóru tey ikki einsamøll. Tað vóru tvinni hjún, sum fluttu inn í ættarbólkin. Saman løgdu tey lunnar undir hetta arbeiði, sum Harrin seinni so stórliga signaði; men so hendi eitt ella annað, sum gjørdi, at hini hjúnini góvust.
Filmurin nevndi einki um hjúnini, sum góvust. Ein fekk bara ta fatan, at talan var bert um tey einu hjúnini. Eg kenni als ikki hesi fólkini, men eg rokni neyvan við, at tað hevur verið illa meint, ikki at nevna tey. – Ikki júst tað, sum eg eri inni á her – og tó, eg kundi gitt mær til, at tað man hava kenst beiskt hjá hinum hjúnunum, ella í øllum førum er løgið, ikki so frægt sum at verða nevnd. Tey høvdu jú havt ein týdningarmiklan lut, tá ið arbeiðið byrjaði.
Tað eru mong, kanska tey flestu, sum á ein ella annan hátt hava upplivað hasa kensluna, ella í øllum førum okkurt líknandi. Tey eru spent at byrja upp á eitt ella annað, men hava so upplivað atverða skúgvað til viks og at verða gloymd. Løgið við hasum kenslunum. Tú veitst væl, at tað, sum telur, er ikki, um mann so kann siga, er við í filminum, men, at tú einaferð fert at hoyra Harra okkara siga: „Gott, tú góði og trúgvi tænari!“ Tó so, so er tað so lætt at kenna seg særdan.
_______________________________
Stutt eftir, at vit vóru flutt til Balabac, fingu vit eitt kassettuband sendandi av Dupultkvartettini í Ebenezer. Ein av mongu góðu sangunum á bandinum var „Jesus hin einasti “. Tað eina ørindi sigur:
Mótstríðið hittir meg; aldri tú fjónar meg,
tekur meg inn í tín fjálgandi favn.
Menniskju gloyma meg; Harri, tú goymir meg tætt við títt hjarta
og nevnir mítt navn.
(Ole T. Moe. Ums. Jacob Dahl)
_______________________________
Særd av fólki Guds
(Á enskum: Wounded by God’s People)
Ann Graham Lotz
Ann Graham Lotz er dóttir Billy Graham. Bara so eingin miskilir: Tá ið hon tosar um at vera særd av fólki Guds, meinar hon ikki við foreldrini - langt frá. Hon hevur bara gott at siga um tey.
Í bókini lýsir hon tað, at verða særd, við at siga frá søguni um Hagar, trælkvinnu Ábrams og Sáru. At vera partur av húsarhaldinum hjá Ábrami og Sáru átti at verið ríkt og stórt, men ístaðin upplivdi hon at verða illa viðfarin, vrakað og forfjónað. Sjálvandi, hon hevði sjálv sína skyld í, at tað endaði, sum tað gjørdi, men kortini ørkymlandi at kenna seg særda av fólki, hon helt, at hon kundi síggja upp til.
Tá ið vit í Gamla Testamenti lesa, at eingil Harrans opinberaði Seg, merkir tað ofta, at tað er Kristus sjálvur, sum opinberar Seg. Fyrstu ferð vit lesa um, at Hann soleiðis opinberaði Seg, var, tá ið Hann opinberaði Seg fyri Hagar í 1. Mósebók kapittul 16. Er tað ikki stórt, at fyrsti persónurin, Kristus opinberaði Seg fyri, var ein, sum var í útjaðaranum – ein trælkvinna, ið kendi seg forfjónaða frá húsarhaldi sínum?
_______________________________
Ein søga um tríggjar kongar
(Á enskum: A Tale of Three Kings) Gene Edwards
Hetta er ein stutt bók, skrivað sum skaldsøga. Høvuðspersónurin í bókini er Dávid kongur, og teir tríggir kongarnir eru Saul, Dávid og Absalom. Dávid upplivir, at Saul, sum umboðar eldra ættarliðið, ikki vil lova honum framat og blakar spjót eftir honum. Og hann upplivir, at Absalom, sum umboðar yngra ættarliðið, vil hava hann frá og burturbeindan. Og soleiðis er lívið ofta. Ikki løgið, at tað kann vera so lætt, at blíva særdur. Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
3. Oktobur 2025
