Tríggir imamar
- snidgev
- Nov 14
- 4 min read
Updated: Nov 15
Her eru søgur um tríggir imamar. Menn, sum vit eru komin at kenna, virðismeta og hava verið við til at latið teimum evangeliið. Orsøkin til at eg luti hetta, er fyri at lýsa bæði hvussu spennandi og skuffandi tað kann vera, at bera øðrum tey góðu tíðindini. Jú, tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað er spennandi at síggja sjálvt imamar koma til trúgv, men sum søgurnar eisini lýsa, tað er ikki bara bara. Av trygdarorsøkum hava vit broytt nøvn teirra.
Abdul
Abdul var imamur í bygdini, har vit búðu. Hann var av muslimskum fólki longri eysturi á Filipsoyggjunum og hevði serligt hegni at lesa og biðja á arabiskum. Alt hetta gjørdi at hann var høgt í metum. Men hann kundi eisini vera sera skemtingarsamur, mestsum ov, og vóru tað fleiri sum hildu, at Abdul var alt ov tvætlutur at vera imamur. Hann var í hvussu er altíð fittur og stuttligur at vera saman við.
Eina tíð hildu vit Abdul vera komnan til trúgv. Samverkamaður okkara hevði havt bíbliutímar við honum, og var hann nú komin við nøkrum heldur sterkum útsagnum, sum sýntust at bera brá av eini umvending. At hugsa sær, at imamurin var komin til trúgv, var sera spennandi, og vóru vit í so skjót, at rokna hann sum ein av okkara. Tíðin kom tó at prógva, at har var einki um tað.
Tað er lætt at fara skeivur og billa sær inn, at tann og tann er komin til trúgv, alt grundað á okkurt sum viðkomandi hevur sagt ella gjørt. At soleiðis taka feil, er ræðandi og kann elva til stóran skaða. Tað vísir tíverri hvussu illa vit ofta skilja bæði evangeliið og menniskju.
----------------
“... og alt fyri eitt tekur við tí við gleði. Men hann hevur ikki rót í sær” – Matt.13.20-21.
Eg minnist sum tannáringur, at eg hoyrdi um onkran yngri, sum spentur hevði sagt við ein eldri bróður, at nú var tann og tann blivin frelstur. Eldri bróðurin svarar: “Ja, tað kemur tíðin at vísa”.
Sahar
Sahar var imamur í bygdini sunnan fyri har vit búðu. Hesin teinur tók eini trý korter at ganga. Sahar var eitt skilafólk. Álvarsamur og fittur. Eg gloymi ongantíð hvussu bilsin og glaður eg var, tá ið hann byrjaði at koma til bíbliutímar. Hetta var fyrst í hálvfemsunum.
Aftaná at vit vóru farin gjøgnum alla frelsusøguna, frá skapanarverkinum til uppreisn Kristusar, játtaði Sahar trúgv á Kristus. Hann var sera spentur at byrja við, men fór so at ivast, tók frástøðu frá okkum og avnoktaði so tað heila. Mong ár seinni, langt aftaná at vit vóru flutt frá oynni, komu filippinsku trúboðararnir, sum komu aftaná okkum, at kenna Sahar. Hann var tá vorðin eldri maður. Teir upplivdu hann sum ein, ið fult og fast hvíldi í Kristusi og fullgjørda verki Hansara á krossinum.
Eg nevndi í samband við Abdul, at vit mugu vera varin, ikki at vera ov skjót at siga um fólk, at tey eru komin til trúgv. Tá ið tað er sagt, so mugu vit heldur ikki vera ov skjót til at avskriva tey, sum blíva burtur. Vit mugu minnast til at tað kann taka frænum leingi at spíra.
----------------
“...tey, sum frelst vera...” 1.Kor.1.18.
Tankin har er, at tey eru í ferð við at blíva frelst. Símun í Túni nevndi hatta versið fyri mær einaferð, í samband við arbeiði teirra ímillum indianarar. Hann segði, at vit mugu ikki gloyma tilgongdina, fólk fara ígjøgnum, tá tey koma til trúgv. Hon er ikki líka hjá øllum. Hjá summum kann hon vera ógvuliga long.
Tarun
Um aldarskiftið leitaði eg eftir onkrum at hjálpa okkum við umsetingararbeiðinum. Pápi Tarun, sum er imamur, nevndi, at sonur hansara var vælegnaður. Pápin visti sjálvandi, hvat hetta var fyri arbeiði, men var eisini bangin um at sonurin fór at flyta til Malaysia, fann hann ikki arbeiði.
Av tí at fátækradømið á oynni var so stórt, var eg altíð varin ikki at vitna beinleiðis fyri teimum, sum arbeiddu fyri meg. Eg var jú arbeiðsgevarin og mátti ansa eftir, ikki at misnýta myndugleikan, sum fylgdi við tí. Tarun gjørdist vinur við hini í toyminum, og tað vardi ikki leingi, til hann kom til trúgv. Hann vísti seg at vera sera lovandi. Trupulleikin var bara, at pápin var imamur og hevði kosið Tarun at taka yvir eftir seg. Tað var einki, ið Tarun kundi ella orkaði at gera eftir tí. Í dag er hann imamur.
Ein stendur skuffaður og spyrjandi, tá ið fólk sum Tarun ikki klára ella ikki vilja taka eina greiða støðu. Tað er so lætt at vera avgjørdur og siga, at alt hatta prógvar, at hann als ongantíð veruliga kom til trúgv. Kanska er tað tað. Og tó – vit mugu minnast til, at vit sum trúgvandi vesturlendingar fara aldri at skilja, hvussu fløkjasligt tað heila kann vera, hjá fólki sum Tarun. Jú, familja og umstøður kunnu hava stórt vald á okkum, men einki at líkna við tað, sum fólk sum Tarun uppliva.
----------------
“... uppaftur øðrum skulu tit miskunna – við ótta”. Judas 23.
Eg las hetta sitatið í onkrum blað: “Tað er ofta torført at leypa frá snøggari teologi, til svansutan gerandisdag.”
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
14. Novembur 2025


