top of page
Search

So sendi eg tykkum

Updated: Mar 1

Fylgjandi er ymist, ein skrivaði sær niður, tað tíðina vit í 1987 fluttu til Balabak

 

Eitt sindur um

molar


Úr blaðnum “Evangelical Missions Quarterly”:

  • Józ.12. „Savnið saman bitarnar, ið av leypa, so einki spillist burtur!“

Tað er gott at minnast, tá ið vit kenna okkum, sum ein av molunum, ið lupu av, at Gud oyðslar ikki fólk Sítt. Nei, Hann goymir okkum til røttu løtuna.

 

Eitt sindur um 

mentanir


Trúboðarar eru við hvørt skuldsettir fyri at oyðileggja mentanina har teir koma. Hatta er ein skeiv skuldseting, men sjálvt um hon ikki var tað, hevði tað álíkavæl verið rætt, at fari til fremmandar mentanir við evangeliinum. Hetta brotið, úr einum av bókunum hjá C.S. Lewis, sigur tað so væl:

Er einstaklingurin bara til í eini 70 ár, so hava sivilasiónir, sum kunna vara í ár túsund, størri týdning enn einstaklingurin, men hevur kristindómurin rætt, so er einstaklingurin ævigur og týdningarmiklari enn nøkur siviliasión, tí hon varar jú bara eina løtu, samanborið við einstaklingin.

 

Eitt sindur um 

mótloysi


Úr ein bók, sum eitur “Hard Truths” eftir kenda bíbliulæraran Stuart Briscoe:

Vit eru øll til tíðir freistað, at halda at vit eru tey einastu trúgvandi, har vit búgva ella arbeiða. Vit eiga heldur at síggja okkum, sum tey fyrstu trúgvandi, har á staðnum.

 

Eitt annað sitat úr bókini:

  • … fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“ Matt 4.16 

 Vita tit hvat heimurin eigur at kunna siga, tá ið tey síggja vitnisburð hina trúgvandi? Hann eigur at kunna siga: “Vit, sum hava sitið í landi og skugga deyðans hava sæð stórt ljós.”

 

Í ensku umsetingini, eg læs um hetta mundið, ljóðaði strofan “teirra sum frelst verða” í 2.Kor.2.15 soleiðis: “teirra sum eru í ferð við at verða frelst.”

Lovað Harranum, tað eru tey her í bygdini, sum eru í ferð við at verða frelst. Harrin dregur tey og eina ferð fara tey at vera millum teirra, sum eru komin til trúgv.

Man kann eisini siga um okkum, sum longu eru komin til trúgv, at vit eru í ferð við at vera frelst frá kraft syndarinnar. Jú, man tapir ofta, men lovað Harranum, Hann er í ferð við at frelsa okkum frá kraft syndarinnar.

 

Eitt sindur um 

tað ið manglar

 

Tað var gott at búgva á Balabac, men óansæð hvar ein býr, so eru tað altíð okkurt, sum ikki er so gott. Skrivaði hetta í samband við Kol 1.24

  • “Tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, … fyri likam Hansara, samkomuna?” Kol.1.24 

Hvussu nógv av kristslíðingunum vanta enn á til samkoma Kristusar eisini fer at finnast á Balabac?


Brot út talu hjá gamla skotanum Alexander Whyte:

  •  Vit hava nokk av tíð at gera alt tað okkum tørvar at gera. Vit kunna ikki hyggja hvønn annan í eyguni og siga, vit ikki hava tað. Tað okkum manglar, er viljan at gera tað. Tað, okkum manglar er, at duga, at raðfesta, disiplin, samvitsku og hjartalag. Tíð hava vit nokk av.

 

Brot úr grein hjá eingilskmanninum Samuel Chadwick:

  •  Sátan ræðist ikki, tá ið vit granska skriftirnar, men gloyma at biðja. Hann ræðist ikki avrik okkara, hann lær at ídni okkara og spottar vísdóm okkara, men hann ristist av ótta, tá ið vit biðja. 


Minst 

hvør sendi teg


  • Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu. Gal.1.1 

  •  Av Mær sjálvum eri Eg ikki komin; men Hann er sannur, sum sendi Meg. Jóh.7.27

Hvør týdningarmikið altíð at hava í huga, at tað er Jesus Krist og Gud Faðirin, sum hava sent okkum higar.


  •  “fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin” Jóh.1.31

 Vit eiga at kunna siga, at fyri at Hann skal vera Molbog fólkinum opinberaður, eru vit komin til Balabac.


Úr talu eftir Keith Green:

  • Hví leiðir HARRIN okkum inn í hetta land, .... Hevði tað ikki verið okkum betri at vent aftur til Egyptalands?“  4.Mós.13.3


Úr blaðnum, Dicipleship:

  •  Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar. 1.Mós.12.3 

 Ábraham var lýðin og fór, sjálvt um hann ikki visti hvar leiðin lá. Av tí at hann var lýðin, gav Gud lyfti, at øll fólkasløg skula vera signað í honum.


Úr bók um trúboðaraarbeiði.

  • Hann er ikki mótstøðumaður okkara, Hann er har at hjálpa okkum. Hann er eingin kaldur dómari, nei Hann skilir okkum og fyrigevur okkum brot okkara. Hann er eingin kúgandi trælahaldari, nei Hann ynskir at seta okkum frí og síðani at díkja okkum undir í gávumildni Sínum. Hann er ikki grundin vit lýða, nei hann lýðir við okkum. Jú Hann straffar okkum, tá ið vit synda, men tað er fyri at búna okkum. Hann elskar okkum og ynskir at nýta evnini og gávurnar, Hann hevur givið okkum. Hann hevur tikið okkum til Sín, júst sum vit eru.

 

 

--------


Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini.

Orð.24.27a





 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page