top of page
Search

So komu tey yvir um vatnið, til ...

Updated: Mar 2

Fylgjandi er ymist, eg skrivaði niður, tá ið vit fyrst komu til Filipsoyggjarnar í 1986.

 

Ymist um

trúboðaraarbeiði

 

Úr grein um trúboðaraarbeiði: 

  • Í tænastu Harrans er tað mest umráðandi ikki, hvussu nógv vit fáa av skafti, ella hvussu væl alt sýnist at eydnast. Tað, sum hevur nógv meiri at siga, er, at vit útstrála kærleika og gleði Hansara til tey rundan um okkum.

 

Ein tann kendasti maðurin í filipinskari trúboðarasøgu er Charles Henry Brent. Í 1902 skrivaði hann: 

  • Eg verði bæði ótolin og keddur, tí eg dugi ikki enn at tosa málið, fólkið her tosar. Einasti mátin at náa og vinna tey er at gerast eitt við tey í máli og gerandislívi. Jólahøgtíðin, sum nú stendur fyri framman, er ein áminning um, at Gud náddi menniskjað við at festa búgv millum teirra og gerast eitt við tey, bæði í tí málsliga og tí gerandisliga. Hvør okkara skuldi torað at hildið, at tað kann gerast betur á onkran annan hátt.

 

Í 30’árunum skrivaði ein trúboðari millum muslimar á Filipsoyggjunum, Frank Laubach, soleiðis:

  • Fyri tíðina royni eg at læra meg tvinni mál. Annað er málið, muslimarnir tosa, og hitt er málið, mítt innara menniskja tosar.  Tað er veruliga ómøguligt at koma at kenna onnur betur uttan eisini at koma at kenna seg sjálvan betur.

 

Ein maður, sum tænti her á Filipsoyggjunum, tá ið vit komu, segði frá, at ein dagin – stutt eftir at tey sum familja vóru flutt inn í bygdina, har tey skuldu tæna – rópti hann í hjálparloysi til Harran:

  •  „Tað, hesum fólki tørvar, er Teg; men tað, tey hava fingið, er meg!“

 

Ein annar trúboðari segði mær, at tá ið tey komu til Filipsoyggjarnar, hevði hann vónað at skula arbeiða í einum ættarbólki, men Harrin hevði ikki gjørt hetta møguligt. „Eitt brot í Skriftini,“ segði hann, „sum serliga hevur verið mær til hjálp, er 5. Mós. 1.38.“ Í hesum skriftbroti sigur Harrin við Móses, at hann fór ikki sjálvur at koma inn í landið, men Josva, og uppgáva Mósesar var at seta mót í Josva. Hesin trúboðarin segði, at tað var eins og Harrin hevði sagt við hann: „Hatta er tað, Eg nú vil hava teg at gera fyri tey, sum arbeiða millum fólkið í ættarbólkunum.“

 

Ein sálarhirði, sum hevur hjálpt mongum trúboðarum at venja seg við nýggjar umstøður, sigur, at tað, sum ofta hjálpir best, er at hava eitt takksamt og fyrigevandi lyndi.

 

Ymist um trúarlívið

 

Ein vinmaður lænti mær bond við talum hjá einum, ið nevndist Stephen Olford. Tað var fyrstu ferð, eg hoyrdi hann. Hann er verdur at lurta eftir. Í einari av talunum segði hann:

  •  „Tað, sum skuldi eyðkent samkomuna, er boygd knø, brotin hjørtu og vát eygu.“

 

Stutt eftir, at vit komu til Filipsoyggjarnar, las eg eina av teimum bestu bókunum, eg nakrantíð havi lisið: „Knowing God“ eftir J. I. Packer. Í bókini sigur hann millum annað:

  •  „Tá ið eitt menniskja kennir Gud, missa hugtøk sum tap og byrðar allan týdning. Tað, hon ella hann hevur vunnið við at kenna Gud, fær alt annað at fána og missa virðið.“

 

Ein annar maður, sum var til serliga signing hesa tíðina, var A. W. Tozer. Her eru tvinni sitat frá honum:

  •  „Tann persónurin, sum eg havi havt mest trupulleikar av, er eg sjálvur.“

  • „Allar metingar hins andaliga eru gjørdar í ævinleikans ljósi. Við trúgv rísur tú upp um toku og rák jarðarinnar, og har lærir tú at hugsa og síggja eins og tey, sum longu eru flutt inn í ævinleikan.“

 

Á eini stevnu fyri trúboðarar her á Filipsoyggjunum segði ein talari, at ísraelsmenn sum oftast vunnu bardagarnar, tú skuldi hildið, teir fóru at tapa, og taptu bardagarnar, tú skuldi hildið, teir fóru at vinna. Er hatta ikki eisini so hjá okkum?

 

Hetta er úr „Samkomublað Ebenezers“ nr. 5 – 1986:

 Mær líkar betur at síggja talu tína enn at hoyra hana.

Heldur vildi eg, at tú skuldi leitt meg inn á vegin enn bert greitt mær frá vegnum.

Eygað er betri og villigari næmingur enn oyrað.

Góð ráð eru mangan torskild, men fyridømið talar týðiliga og greitt.

Hin allarbesti talarin er hann, ið livir læruna, tí øllum tørva tað góða, ið er sjónligt í verki.

Ivaleyst kann eg læra at gera tað, um tú fyrst letur meg síggja tað gjørt.

Eg kann eygleiða hendur tínar í verki, men tunga tín rennur mangan ov skjót.

Fyrilestrar tínir eru óivað skilagóðir og sannir, men eg skilji teir nógv betur, um tú vísir teir í gerðum. Tí mangan fati eg ikki tíni háfloygdu ráð, men lív og atferð tín er ikki at misfata.

 

***

 

Nakrar mánaðir eftir, at vit vóru flutt til Filipsoyggjarnar, skrivaði onkur í einum tíðindabrævi:

  •  „Tænasta okkara verður aldri sterkari enn samfelagið við Harran.“

 

***


 Thomas Edinson segði, at tað, hann hevði hoyrt oftast sum oftast sum uppfinnari, var: "Hatta fer aldri at rigga."



 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page