Prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum …eisini muslimum
- snidgev
- Oct 17
- 3 min read
Molbogfólkini eru muslimar. Tey eru ikki víðgongdir muslimar. Smædni hugburður teirra, blandaður við teirra milda, filipinska sinnalagi, ger tey beint tað øvugta av harðrendu muslimunum. Harafturat er tað eisini tað, at muslimska gudsdýrkan teirra er so samanflættað við gamla andatrúgv, at tað er lætt at halda, at tey als ikki eru muslimar. Men kemur tú at kenna tey, tekur tær ikki leingi at skilja, at hetta eru muslimar - og tað út í odd og egg. Tað, sum telur, er jú ikki hvussu muslimsk vit halda tey vera, men hvussu muslimsk tey sjálvi halda seg vera. Og í teirra verð er eingin so muslimskur sum júst tey. Islam er sjálv kjarnin í øllum, tey eru og gera.
Týdningurin av at koma at kenna tey
Tað var stutt eftir, at vit vóru flutt til Balabac. Eg royndi at læra meg málið og sá nakrar menn standa aftanfyri tað, vit á føroyskum kanska høvdu kallað ein hjall. Eg fari yvir til teirra. Eingin sigur eitt orð. Aftaná at hava staðið soleiðis eina løtu sigur ein teirra við meg: “Tak brillurnar av.” Eg tók brillurnar av og hann sigur við hinar: “Sær hann ikki løgin út við ongum brillum?” Teir nikka, og so var aftur tøgn. Eg setti brillurnar uppá aftur og stóð har eina løtu afturat, men eingin segði nakað, so eg fór bara til hús. Tað tók nógvar slíkar láturliga pínligar løtur, áðrenn eg kom at kenna bygdarfólkið og varð góðtikin av teimum.
Í Ezekiel 3.15 sigur profeturin: “Eg sat … har millum teirra.”
Hatta var eisini Guds máti at vísa okkum náði og er tað hartil mátin, Hann vil hava okkum at vísa øðrum náði. Eisini muslimar.
“Orðið varð hold og tók bústað millum okkara.” (Jóh.1.14)
Týdningurin av at skilja hugsunarhátt teirra
Ein av grannum okkara, Titoy, varð ikki roknaður sum molbog. Tað sýntist eitt sindur løgið, tí hann var føddur og uppvaksin har í bygdini, tosaði málið flótandi, og mamman og beiggjarnir vóru øll roknað sum molbog. Bara ikki Titoy. Orsøkin at hann ikki var roknaður sum molbog, var, at hann var ikki muslimur. Tað, at hann ikki var muslimur, hevði einki við trúgv at gera. Hann var ikki muslimur, tí hann hevði gift seg inn í eina sokallaða kristna familju, át svínakjøt, og honum dámdi væl at smakka sær á. Tað er næstan ómøguligt hjá okkum vesturlendingum at skilja slíkan hugsunarhátt, men vit mugu gera tað, skulu vit røkka teimum.
Ják. 1.19 “Hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala.” Skulu tey skilja evangeliið, mugu vit fyrst skilja tey.
Týdningurin av at líta á Gud
Gjøgnum áttatiárini vóru tað lutfalsliga fleiri trúboðarar, sum komu til Filipsoyggjarnar at arbeiða millum muslimar, í mun til í dag. Tað sá spennandi út, men muslimar hava lítlan áhuga fyri evangeliinum. Harumframt kann tað vera í so vandamikið hjá vesturlendingum at búgva millum teirra. Tað vardi ikki leingi, til flestu vesturlendingarnir vóru farnir. Tað gleðiliga var tó, at fleiri filipinarar vóru farnir at kenna eina byrðu fyri at røkka sínum muslimsku landsmonnum, men aftur, tíðin hevur tó víst, at tað hevur ikki gingið teimum nógv betur enn útlendingunum. Mótfallandi? Nei, ikki um vit minnast, at Gud er altvaldandi og veit, hvat Hann ger.
Ramon Llull var tann fyrsti persónurin, tey vita um, sum fór til muslimarnar við gleðiboðskapinum. Tey drópu hann, og tað sá út, sum tað var endin av øllum. Tað var tað bara ikki: uml. 600 ár seinni fór ein veking fram, júst har Llull varð dripin.
Onkur hevur sagt: Stríðist tú uttan at síggja ávøkst, er tað tí onkur annar fer at síggja ávøkstin. Sært tú ávøkst uttan at hava stríðst fyri hann, er tað tí onkur annar hevur gjørt tað stravna arbeiðið. Skal ávøkstur síggjast, má onkur fyrst taka sær av tí stravna. Hatta er meginreglan aftanfyri krossin.
Og so nakrir tankar afturat
Muslimar virða fólk, sum vísa dirvi. Skulu vit røkka teimum við evangeliinum, mugu vit vísa teimum, at vit eru djørv og ikki ræðast tey.
Tað er sera umráðandi, at vit trúgvandi fyrst og fremst síggja muslimar sum fólk, ið hava tørv á evangeliinum. Ikki sum fólk, sum eru ein hóttan móti tí, vit hava kært. Eg sigi ikki, at tey ikki kunnu vera ein hóttan, men sum trúgvandi er tað ikki tað, vit fyrst og fremst eiga at hefta okkum við.
Besti mátin at røkka muslimum er at vera góður við teir. Sum longu sagt: í flestu førum eru tað fáir muslimar, ið koma til trúgv, men tað merkir tó ikki, at vit ikki kunnu vera góð við tey.
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
17. Oktobur 2025


