Poul Madsen
- snidgev
- Apr 4
- 3 min read
Mær dámar væl at lesa bøkur, sum viðgera bøkur í Skriftini. Á enskum verða slíkar bøkur nevndar „Commentaries“, á føroyskum man tað vera „Viðmerkingar“. Fyrsta slíka bókin, sum eg las, var ein lítil bók hjá Poul Madsen við viðmerkingum um Galatiabrævið. Hann og onkrir aðrir góvu fleiri slíkar bøkur út. Røðin var kallað „Kapitel for kapitel“.
Poul Madsen var dani og mundi vera millum dugnaligastu bíbliulærararnar í Norðurlondum. Tað, sum mær dámdi serliga væl við honum, var, at hann ofta kom úr øðrum sjónarhorni enn aðrir bíbliulærarar. Hetta kendist vekjandi og frískt.
Øssur Berghamar skrivar
„Prædikumaðurin Poul Madsen andaðist 1. juli í 2009, 93 ára gamal. Hann var ein bíbliukønur maður og ein Orðsins myndugleiki, sum hevði ómetaliga nógv at geva.
Svenning av Lofti segði onkuntíð – og hann er útbúgvin prentari – at tala Poul Madsen var so væl orðað, at hon var klár til at vera sett í blýggi (t.v.s. klár at prenta).
Tað var altíð tign og myndugleiki yvir tí, hann bar fram. Hann skýggjaði alt, ið var grunt, popput ella lættisoppaligt.
Eg minnist, hvussu hann stuðlaði Susan og mær, tá ið vit tóku stig til verkið, sum seinni fekk navnið Kristnastova.
Til ber at lesa og lurta eftir nøkrum av tí nógva tilfari, sum liggur eftir Poul Madsen, á www.modmaalet.dk.“
Sitat frá Poul Madsen
Orðaspæl
Poul Madsen dugdi væl at orða seg:
Nogle af biskopperne var kun indstillet på at YDE DET BEDSTE - andre kun indstillet på at NYDE DET BEDSTE.
Ordet om korset er aldrig LET KOST, men altid RET KOST.
Hvis vi mener, at vor TJENESTE leder til FORTJENESTE, da er vi endnu ikke Guds sande TJENERE.
... NEDDRAGELSE af vort folk i stedet for OPDRAGELSE.
Der er kun en hårfin grænse mellem FRIHED og FRÆKHED.
Um krossin
Einki er skilt rætt, er tað ikki skilt í ljósinum av krossinum.
Rødd Hirðans hevur altíð klang krossins.
Lagna sannleikans í heimi lygnarinnar er krossurin.
Um Orðið
Skal Orðið veruliga hava framgongd, mugu vit stremba eftir at koma at kenna Orðið og at fylgja tí. Um vit hinvegin stremba eftir at fremja okkara egnu framgongd, ella framgongdina hjá samkomum okkara, verða vit ein forðing fyri framgongd Orðsins.
Um sannleikan
Sannleiki og dirvi fylgjast. Lygnir og ræðuskítar ganga hond í hond.
Legg til merkis orðið „sannleiki“, sum Jesus brúkar um Seg sjálvan. Hetta merkir ikki bara, at Hann er tann einasti, sum er sannleikin, men eisini, at sannleikin er alt fevnandi – tað er einki øki í lívinum, sum ikki er fevnt av Sannleikanum.
Heimsins átrúnaðir vísa ikki, at menniskju leingjast eftir sannleikanum, men heldur mótstøðu teirra ímóti sannleikanum.
Um syndina
Ein og hvør synd hevur tveir ræðuligar møguleikar við sær: Annar er, at vit herða okkum. Hin er, at vit enda í vónloysi.
Syndin er ikki bara ein størri ella minni veikleiki. Nei, hon er ein makt. Tað er, sum vóru vit undir einum persóni, sum er okkum ov sterkur.
Um tað grunna og popputa
Paulus ápostul fekk frálíka umtalu í Filippi, tá ið gentan,sett av illum anda, gekk aftan á honum og rópti: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“ Paulus skoytti ikki um slíka umtalu og steðgaði henni.
Orðið „tiltak“ er ikki at finna í heilagu Skriftini. Bíblian tosar harafturímóti um góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skulu liva í teimum (Ef. 2.10).
Endurnýggjan kemur omanfrá, ikki uttanífrá – og hon kemur á móðurmálinum.
Evangelisk gleði er arbeiðsgleði.
Um tíðarrákið
Størsti vandin við tí, sum nú hendir, er ivaleyst, at tíðarandin fær loyvi at treingja seg inn og við honum heimsins sjónarmið og mannagongd. Tað er bara ein verja móti hesum, og tað er andaligur búnaskapur, sum er, at trúgvandi á ein djúpan og inniligan hátt kenna Harran.
Tey eru errin av at hava eggjað allan fólkaligan atburð burtur. At vera óhøviskur gerst alt meira vanligt. Og tað at vísa virðing er nú eitt hugtak, sum tey flestu hava lítla hóming av. Ikki so løgið, at hugtakið at vera høviskur er so sjáldan at hoyra longur. Tíðarandin er uppreistrarhugur, og tað sæst aftur bæði í máli og atburði.
Vit eru øll í vanda fyri at seta tollyndi í staðin fyri sannleikan. Tollyndið er nú orðafellið, sum verður nýtt at lýsa, hvat kærleiki er. At vera tolsintur er at gevast við atsiga JA ella NEI. Tað er tigandi at góðtaka alt. At vera sannur er hinvegin atsiga JA ella NEI – ikki fariseiskt dømandi, men í kærleika.
Um pengar
At vit í øllum altíð kunnu hava alt, sum okkum tørvar (2. Kor. 9.8) merkir, at vit sum børn Guds aldri eru í tí støðu, at tað ikki ber til hjá okkum at geva og tað ríkiliga.
Nýggja Testamenti vísir eina heilaga vanvirðing fyri pengum. Ein vanvirðing, sum samstundis leggur dent á okkara heilagu ábyrgd av pengunum, sum okkum eru litnir upp í hendur.
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
4. Apríl 2025
