Misskilti langifríggjadagur
- snidgev
- Apr 18
- 4 min read
Siðir og langifríggjadagur
Kring heimin eru Filipsoyggjar kendar fyri, hvussu tey halda langafríggjadag. Tað er sera ógvisligt. Fólk lata seg krossfesta ella píska við berum yvirkroppi, til blóðið rennur av teimum. Og so eru tað eisini longu „Via Dolorosa“ gongurnar eftir longum, heitum og støvutum vegum. Tey, sum fara hesar gongurnar, eru ofta ílatin klæðir, ið eru sera illa hóskandi í tí nógva hitanum.
Lat meg siga, áðrenn vit halda fram, at tað, at Filipsoyggjar eru kendar fyri hatta, merkir ikki, at øll á Filipsoyggjum halda langafríggjadag á handa hátt.
Jú, longu „Via Dolarosa“ gongurnar fara fram allastaðni, men ikki teir meira ógvisligu siðirnir – písking og krossfesting. Eitt nú havi eg ongantíð hoyrt, at písking og krossfesting fer fram á Palawan. Vit mugu eisini hava í huga, at hetta eru siðir, sum bara fara fram millum katolikkar. Vert er eisini at hava í huga, at bæði myndugleikarnir í landinum og katólska kirkjan ráða fólki frá at fylgja hesum siðum. Kortini slepst ikki undan, at mong fylgja hesum siðunum.
Fyrsta langafríggjadag, vit vóru á Filipsoyggjum, búðu vit nakað sunnan fyri Manila, í Batangas landslutinum í býnum Lipa City. Ein vinmaður og eg ætlaðu at fara at hyggja, meðan fólk vórðu pískað og krossfest. Tíverri viltust vit og komu ongantíð fram. Ístaðin upplivdu vit í fleiri tímar okkara egnu „Via Dolarosa“ – soleiðis kendist tað, í hvussu so er – meðan vit, í heitum bili uttan mið og mál, reikaðu í eyst og vest.
Tá ið vit vóru liðug í Lipa City, fluttu vit til muslimarnar suðuri á Balabac, og har hendir ikki nógv langafríggjadag. Vit vóru har í 14 ár og fluttu síðan til Puerto Princesa á Palawan, men, sum nevnt eru tey ikki so ógvislig har langafríggjadag.
Sum tit skilja, so havi eg sjálvur sæð lítið av hesum, sum eg nú tosi um, og tí eri eg noyddur at fyrihalda meg til tað, sum eg havi hoyrt frá øðrum.
Ein trúboðari segði mær, at ein langafríggjadag tók hann tríggjar myndir av sama manni. Fyrsta myndin varð tikin, meðan maðurin varð negldur til ein kross. Næsta, eftir at krossurin við manninum á var komin upp at standa. Triðja, eftir at maðurin var tikin niður av krossinum og stóð og drakk eina Pepsi.
Tað eru ymiskar orsøkir, hví fólk soleiðis lata seg pína. Hjá onkrum er tað gjørt í vón um at fáa syndirnar forsónaðar. Hjá øðrum er tað gjørt í tí vón, at Gud á ein ella annan hátt skal hjálpa teimum.
Las um ein ungan mann fyrst í tjúgunum, sum hevði latið seg pískað, til hann var tað bera blóð. Hann gjørdi tað, tí mamma hansara sama mánadag var løgd undir skurð fyri krabba. Hann gjørdi tað í vón um, at tað fór at gera mammuna fríska.
Tú kanst ikki annað enn at virða hann fyri kærleikan til mammuna – og tó so syrgiligt.
Skriftin og langafríggjadagur
Grundin til siðir – líkum hasum á Filipsoyggjum – er, at fólk skilja ikki tað, sum Kristus gjørdi á krossinum. Tey skilja ikki, at okkum tørvar ikki at straffa okkum sjálv. Straffin varð øll løgd á Sonin.
„Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.“ – Esaias 53.5
Tey skilja heldur ikki, at okkum tørvar ikki at pína okkum sjálv fyri at fáa Gud at lurta eftir okkum.
„Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!“ – Rómbrævið 8.32
Tey skilja heldur ikki, at Jesus doyði ikki sum eitt hjálparleyst blóðvitni, nei Hann gav lív Sítt fyri síðan páskamorgun at taka tað aftur. Hann doyði sum sigursharri, tí við deyða Sínum avopnaði Hann tignirnar og valdini. At skilja týdningini av langafríggjadegi er at skilja hatta.
„Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt – fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.“ – Jóhannes 10.17-18
„Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.“ – Kolossebrævið 2.15
_________
Tað er lætt at finnast at fólki hinumegin klótuna fyri ikki at skilja tað, sum Kristus gjørdi á krossinum. Kanska gloyma vit, hvussu lítið vit sjálv ofta skilja tað. Eg eri sannførdur um, at eingin sannleiki í Skriftini er so torførur fyri okkum at fata, sum tá ið Kristus á krossinum segði: „Tað er fullgjørt!“
Hvat boygdi, Jesus, høvur títt?
Mín synd varð løgd á teg,
mín svára dóm og myrkur mítt,
ta skuld, ið tyngdi meg,
alt, alt tú bart, eitt offur vart,
tí tyngir einki meg.
Í míni skál var deyði, bann,
hon full var fyri teg.
Hvør dropi rætt sum eldur brann
– tóm er hon fyri meg.
Ja, kærur var eg, Jesus, tær
– tú drakst tað fyri meg!
Anne Ross Cousin (Ongl.), 1824–1906
(Victor Danielsen týddi – nr. 192 í NSGF)
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
18. Apríl 2025
