Lýdia
top of page
Search

Lýdia

„Hjarta hennara læt Harrin upp“


Lýdia er nevnd í 16. kapitli í Ápostlasøguni og møguliga í fjórða kapitli í Filippibrævinum. Tað er ikki nógv, vit lesa um hana, men tað, sum vit lesa, sigur eina rúgvu. Har er nógv at taka til okkum.


„haðani til Filippi“

„Vit fóru so við skipi úr Troas og hildu beint til Samotrake og dagin eftir til Neapolis, haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð. Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; …“– Ápostlasøgan 16.11-13


At teir komu til Makedonia merkir, at teir komu til Evropa. Vit vita ikki, um hetta er fyrstu ferð, evangeliið kom til Evropa, men tað er fyrstu ferð, at tað kom hagar við Paulusi og fylgi hansara.


Vanliga mannagongdin, tá ið Paulus og teir komu onkustaðni, var, at teir fyrst vitjaðu sýnagoguna, men soleiðis gjørdu teir ikki í Filippi. Kanska var eingin sýnagoga har. Í staðin fara teir út um býportrið, fram við eini á til eitt stað, har nakrar kvinnur plagdu at koma saman til bøn.


„Kvinna, ið æt Lýdia“

„… har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman. Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri.“– Ápostlasøgan 16.13-14


Lýdia var ikki upprunaliga úr Filippi, men úr vestara partinum av tí, sum vit í dag kalla Turkaland. Hon kom úr býnum Týatira (ein av samkomunum, sum Kristus skrivaði til í Opinberingini 2 og 3).


At Lýdia æt eins og landsluturin, sum hon kom úr, kundi bent á, at Lýdia ikki var veruliga navn hennara, men at hon varð nevnd soleiðis, tí hon kom haðani. Á sama hátt sum tá ið tilflytarar eru kallaðir við staðarnavninum, haðani teir koma.


Lýdia var handilskvinna og handlaði við purpuri. Nógv purpur varð framleitt í Týatira, og tí er møguligt, at hon átt hús bæði í Týatira og í Filippi. At hon handlaði við purpuri og búði í stórum húsum, bendir á, at hon var múgvandi kvinna.


„Hjarta hennara læt Harrin upp“

„Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. Hjarta hennara læt Harrin upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði.“– Ápostlasøgan 16.14


At „hon dýrkaði Gud“ merkir, at hon var heidningur, sum hevði vent um til Gud Ísraels. Hetta og tað, at hon regluliga kom saman við øðrum kvinnum til bøn, vísir, at Harrin hevði longu javnað vegin til hjarta hennara, áðrenn hon nakrantíð hoyrdi Paulus.


Tað vísir eisini – og hetta er týdningarmikið – at tað, at hon dýrkaði Gud og kom regluliga saman til bøn, merkti ikki, at hon longu var trúgvandi. Tað hendi ikki, fyrr enn hon hoyrdi evangeliið.


Harrin læt upp hjarta hennara. Hon lurtaði og gav gætur, men tað var Harrin, sum læt upp hjartað. Soleiðis virkar Harrin.


„Doypt, bað hon okkum“

„Táið nú hon og hús hennara vóru doypt, bað hon okkum og segði: „Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!“ – Og hon noyddi okkum.“– Ápostlasøgan 16.15


Vit vita ikki, hvussu mong tey vóru, men heilt fá hava tey ikki verið. Slíkt húsarhald taldi bæði familjuna, tænarar, trælir og møguliga onnur við.


Vit kunnu ímynda okkum, hvussu Lýdia – dýggjvát, júst komin upp úr vatninum – sigur við Paulus og teir, at teir nú skuldu gista hjá sær. Lukas, sum var eygnavitni, skrivar, at hon noyddi teir. Hetta hevur verið ein kvinna, ið lurtað varð eftir.


„Hjá Lýdiu“

„So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað.“– Ápostlasøgan 16.40


Heim hennara gjørdist ikki bara Paulusi og teimum eitt heim; tað gjørdist eitt andaligt heim teirra trúgvandi.


Og so sigur Ápostlasøgan okkum einki meir um Lýdiu. Vit halda okkum tó møguliga hóma hana aftur í Filippibrævinum.


Tað koma vit aftur til, tá ið vit viðgera kvinnurnar, sum verða nevndar í fjórða kapitli í Filippibrævinum.



 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page