Kristus – ikki kristindómur
- snidgev
- 4 days ago
- 3 min read
– við støði í bókini „Karamazov brøðurnir“
„Jesus segði við hann: „Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“ Jóhannes 20.29
„Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.“ Seinna Korintbræv 5.7
„Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.“ Hebrearabrævið 11.1
Stórur munur er á at hoyra til eina átrúnaðarliga skipan, har alt er skorið út í papp, og at hoyra Jesusi til. Tað fyrra krevur onga trúgv, tað seinni er ómøguligt uttan trúgv.
Við hesum sum grundstøði fara vit at vitja Fjodor Dostojevskij og bók hansara „Karamazov brøðurnir“.
Í bókini er eitt brot, har ein av brøðrunum, Ivan, sigur beiggja sínum, Aljosha, eina søgu, sum eitur „Tann stóri inkvisitorurin“.
Inkvisitorar vóru menn, sum arbeiddu fyri katólska rannsóknarrættin í miðøldini. Hetta vóru dómstólar, ið katólska kirkjan hevði stovnað til tess at berja niður trúarvillu og falstrúgv. Inkvisitorurin hevði vald til at avhoyra, døma og revsa tey, ið vóru undir illgruna fyri at ganga ímóti læruni hjá katólsku kirkjuni. Søgan fer fram í Spania.
Eg haldi søgan lýsir so væl munin á boðskapi Jesusar og skipaðum átrúnaði. Skipaði átrúnaðurin setur alt so greitt upp fyri okkum, at tað oyðileggur trúnna og tekur frælsið at velja og vraka frá okkum. Kristus gevur okkum hinvegin frælsi at velja.
Jesus og tann stóri inkvisitorurin
Í søguni kemur Jesus aftur til jarðar, eins og tá ið Hann kom fyrru ferð.
Tað var ein dagin, tá ið nærum hundrað fólk vóru vorðin brend á báli fyri at trúgva øðrum enn tí, sum kirkjan lærdi, at Jesus brádliga steig fram. Eins og fyrru ferð, Hann kom, gjørdi Hann mong undurverk. Og júst sum fyrru ferð komu teir hægstu – í hesum førinum inkvisitorarnir – og handtóku Jesus og dømdu Hann til deyða.
Seinni sama kvøldið kemur tann leiðandi – ella sum hann verður nevndur – „tann stóri inkvisitorurin“ til fangatippið, har Jesus situr. Inkvisitorurin er gamal, nærum 90, andlitið er følnað og eyguni hjánað, men enn er hann kortini bæði høgur og fattur. Hann heldur einari lampu í hondini, kemur nær upp at Jesusi og spyr: „Er tað Tú? Tú?“ Jesus svarar honum ikki.
„Í morgin,“ sigur inkvisitorurin, „verður tú brendur á báli.“
„Tú fórt skeivur hina ferðina í oyðimørkini, tá ið tann stóri andin kom til Tín. Tú skuldi havt tikið við tilboðnum. Tú hevði kunnað – hevði Tú tikið av – givið menniskjanum alt, tey veruliga vilja hava. Tann stóri andin bað Teg gera steinar til breyð. Fólk høvdu fegin lagt frælsi teirra við føtur Tínar, vistu tey, at Tú kundi geva teimum tað jørðiska breyðið.“
Tann stóri andin bað Teg leypa niður av takbrún tempulsins. Menniskju tráa ikki so nógv eftir Gudi sum tí yvirnatúrliga. Tú hevði kunnað mettað hasa tráanina, hevði Tú gjørt, sum andin beyð Tær.
Tann stóri andin lovaði Tær øll ríki heimsins. Tað einasta, sum Tær tørvaði fyri at fáa tey, var at falla niður og tilbiðja hann. Tú skuldi sagt ja, tí menniskjan vil hava onkran yvir sær, onkran, sum kann sameina tey. So leingi tey ikki hava tað, fara tey áhaldandi at liva í stríði hvørt við annað.“
Inkvisitorurin vildi vera við, at Jesus – við ikki at taka við tilboði Djevulsins – hevði lagt eina alt ov tunga byrðu á menniskjuna. „Menniskju eru skipað soleiðis,“ segði hann, „at tey fylgja Tær ikki, síggja tey ikki okkurt, sum tryggjar teimum vælferð, men síggja tey tað, ja, so fylgja tey Tær.“
„Trý eru,“ segði hann, „sum menniskju vilja hava. Tað er at hava onkran, sum tey kunnu lýða; onkran, sum ger undurverk; og onkran, sum tey kunnu tilbiðja. Hevði tú sagt ja, so hevði Tú kunnað givið menniskjanum tað, sum tað vil hava, og so hevði støðan í heiminum verið mangan betri, enn hon er.“
Inkvisitorurin helt fram: „Seinni bjóðaði tann stóri andin kirkjuni tað, sum hann fyrst hevði bjóðað Tær. Kirkjan tók av.
Og við tað, at vit gjørdu tað, so hava menniskjuni nú ein, sum tey kunnu lýða; ein, sum ger undurverk; og ein, sum tey kunnu tilbiðja.“
Hvørki inkvisitorurin ella kirkjan vildu nú hava Jesus at koma og spilla spælið. Tí var tað, at teir handtóku Hann og fóru at brenna Hann á báli í morgin. Hann mátti beinast av vegnum.
Og so til okkara
Lætt er at gloyma munin á skipaðum átrúnaði og tí, sum Jesus stendur fyri. At fylgja Jesusi er ikki at fylgja átrúnaðarliga heiminum, men at hava eyguni vend á Hann, sum bara trúareygað kann síggja.
„Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið – fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið.
Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!
– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.“ Hebrearabrævið 13.12-14 Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
28. Novembur 2025


