top of page
Search

Hugnaligi Jesus og vit

Gud er jólaligur

Kann ikki prógva tað, men eg loyvi mær at halda, at var Jesus her millum okkara, so sum Hann var í evangeliunum, so hevði eingin verið so jólaligur sum Hann. Jú, Hann hevði hildið lítið um alla materialismuna, oyðslið og strongdina og rist við høvdinum at, hvussu ein høgtíð, sum skal eitast at snúgva seg um Hann, nú snýr seg um alt annað. Og tó. Lesi eg evangeliini rætt, so kann eg ikki annað enn halda, at Honum hevði dámað hugnan og góðu løturnar rundan um borðið.


Eg haldi, at hesir tekstirnir úr Fyrra Timoteusbrævi geva mær rætt:


„eftir evangeliinum um dýrd hins sæla Guds, …“ 1. Tim. 1.11


Orðið „sæla“ kann eisini umsetast glaða. Gud okkara er ein glaður Gud. Tað hava vit ofta ilt við at viðurkenna. Vit líkjast smádronginum, sum helt, at uppgávan hjá Gudi var at ansa eftir, at eingin hevði tað stuttligt.


„… at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.“ 1. Tim. 4.3


„… Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.“ 1. Tim. 6.17


Leggið til merkis orðið at njóta, sum kemur fyri í báðum versunum. Havi lisið onkustaðni, at gomlu rabbinararnir plagdu at læra, at tá ið vit ein dag fara at standa fyri dóminum, fara vit at standa til svars fyri hvørja njóting, sum Harrin sendi á leið okkara, men sum vit ikki vildu njóta. Vert at taka til eftirtektar.


Gud okkara er ein glaður Gud, sum vil, at vit skulu njóta tað góða, Hann sendir á leið okkara.


Fyrstu jólini heimanífrá


Við hesum sum bakstøði hugsaði eg at hugleiða eitt sindur um tvey tey fyrstu jólini, eg var í USA.


Eg var á bíbliuskúla, sum merkti, at flestu starvsfólk og næmingar komu aðrastaðni frá og fóru tí heim í jólafrí. Amerikanarar eru fittir og blíðir; og tey, sum ikki høvdu so langan tein heim, buðu okkum, sum komu langvegis frá, heim til teirra at halda jól saman við teimum. Har bar til hjá øllum at njóta eini hugnalig jól.


Fleiri buðu mær at koma heim til teirra, men eg veit ikki, tímdi ikki, segði, at eg hevði nógv skúlating, sum lógu á láni, og ætlaði at fáa tey frá hondini, nú øll vóru í jólafrí. Ljóðaði væl, men tit kunnu gita, hvussu nógv skúlating, eg fekk avgreidd. Null.


Havi ongantíð upplivað eini so keðilig jól, og tað var alt sjálvgjørt. Jólaaftan var serstakliga keðiligur. Eingin hugni. Bygningurin var mestsum tómur. Øll vóru í jólafrí, og tey, sum vóru eftir, vóru fólk, sum einki løgdu í jólini.


Fyrsti jóladagur var frægari. Fólk í samkomuni, eg gekk í, buðu mær til døgurða, og eg hevði ein hugnaligan dag saman við teimum.


Annan jóladag var einki – amerikanarar halda ikki annan jóladag. Og so vóru tað dagarnir millum jól og nýggjár.

Lágmarkið mundi vera eitt kvøldið, eg megnaði at steingja meg úti. Eg hevði til uppgávu hvørt kvøld at vaska gólvið í forhøllini. Eitt kvøldið, eg skuldi út at banka og rista mottuna, var eg óansin og læsti meg úti. Tað var hurðin millum lítlu útgongdina og sjálva forhøllina.


Har var eingin at rópa á, og tá var jú einki, sum æt fartelefon. Einasta at gera var at taka skitnu mottuna – hon var nokk so stór – og balla hana um meg. Minnist enn, hvussu kalt tað var. Eg var bara í eini tunnari nylonskjúrtu, og tað var hávetur. Fastlandsvetrar eru ikki at spæla við.


Ásla, systir mín, helt – tá ið eg fortaldi henni tað – at tað minti um gentuna við svávilpinnunum. Nei, so synd var tað kortini ikki í mær. Eg var, í hvussu so er, enn á lívi morgunin eftir.


Gloymi ongantíð, hvussu gott tað kendist, tá ið jólafrítíðin var av, og lív aftur kom í bygningin.


***


Árið eftir vóru tað aftur fleiri, sum buðu mær at koma heim við sær at halda jól. Eg gjørdi ikki sama feilin tvær ferðir og slapp at uppliva eini hugnalig jól á einum bóndagarði í Ohio, langt úti á landinum. At halda jól í kavakløddum umhvørvi saman við góðum fólki, ja, tað var sanniliga øðrvísi enn at liggja í einari forhøll, innballaður í eina skitna mottu.


Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta

Tað var býttisligt av mær at vera eftir á skúlanum og enntá fjákutari at halda, at eg fór at fáa nakað sum helst av skafti.

Og so eru vit aftur í Fyrra Timoteusbrævi, versunum, sum vit byrjaðu við. Tað er týdningarmikið at minnast, at Gud okkara er ein glaður Gud, og at Hann vil, at vit skulu njóta tað, sum Hann sendir á leið okkara. Einki andaligt er í ikki at vilja gera tað av berum tvørskapi.


Vandin er sjálvandi, at vit kunnu falla í hina grøvina, har vit halda okkum hava rætt til alt og so gerast óð og beisk, tá ið vit ikki kunnu njóta alt, ið vit halda okkum hava rætt til. Rætta javnvágin man vera tann, sum Paulus skrivar í Filippibrævinum 4.11-13:


„… eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi. Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.


Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“


Við hesum ynskja vit hvør øðrum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing í tí komandi árinum. Minnist til, at Frelsari okkara er ein hugnaligur Frelsari.


Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen

13. Decembur 2025


 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page