top of page
Search

Hugleiðingar um læstar dyr

Í 1984 bíða Cathy og eg eftir innfararloyvi til Indonesia. Vit eru klár at fara og vóna at vera har onkuntíð út á summarið. Men har kemur einki innfararloyvi. Vit koma út í 1985, og sama søga. Tað endar við, at vit í januar í 1986 broyta kós og fara til Filipsoyggjarnar.

Fylgjandi eru hugleiðingar, bygdar á ymiskt, ein skrivaði sær niður hetta tíðarskeiðið, vit bíðaðu eftir innfararloyvinum.


Ikki okkum, Harri


Vit vóru sannførd um, at tað var Harrans vilji, at vit skuldu fara til Indonesia, og at Hann skuldi nokk lata okkum upp dyrnar. Og so kom einki innfararloyvi. 

Hvat skal ein siga undir slíkum umstøðum? Eitt vers, sum gjørdi mær serliga gott hesa tíðina, var Sálmur 115.1: 


Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!


Hvussu leingi, Harri?


Tað er áhugavert, hvussu ofta hesin spurningurin er at finna í Sálmunum. Fylgjandi eru nøkur dømir:


6.4: Sára skelvur sál mín – á HARRI, hvussu leingi enn?

13.2: Hvussu leingi fert Tú at gloyma meg, HARRI? Í allar ævir?

13.2: Hvussu leingi fert Tú at fjala andlitið fyri mær?

13.3: Hvussu leingi skal eg hýsa stúran í sálini, angist í hjartanum dag eftir dag? 

90.13: Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum!


Læstar dyr og kenslur teirra, sum møttu Jesusi


Eitt, sum serliga greip meg úr evangeliunum hesa tíðina, var, hvussu væl tey lýsa kenslurnar hjá teimum, sum møttu Jesusi. Tað er ein royndur lutur, at møta vit Harranum, fer Hann at toyggja trúnna, og kemur tað at ávirka kenslurnar.

Tað vóru løtur, har ræðsla kom á tey:


Matt. 14.26: Tá ið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir…

Mark. 10.24,26: Ræðsla kom á lærisveinarnar av orðum Hansara.


Tað vóru løtur, har tey vóru sligin av undran:


Luk. 4.22: Tey undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara

Luk. 8.25: Teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin?“


Tað vóru løtur, har tey vóru ovfarin:


Mark. 2.12: Tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi...

Mark. 5.42: Tey vórðu heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey.


Tað vóru løtur, har tey gjørdust sorgarbundin: 


Mark. 10.22: Men hann varð illa við av hesi talu og fór sorgarfullur burtur...

Luk. 2.48: Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“


Tað vóru løtur, har tey gleddust:


Matt. 28.8: Við ótta og stórari gleði lupu tær avstað at siga lærisveinum Hansara tað.

Jóh. 20.20: Tá vórðu lærisveinarnir glaðir – táið teir sóu Harran.


Læstar dyr og gerandisdagurin


Vit búðu í Baltimore, nær við Washington DC. Um morgnarnar, á veg til arbeiðis, plagdi eg at lurta eftir einum bíbliulærara, sum æt Bob Cook. Eg minnist ein morgun, hann endaði sendingina, at hann á sín lætta, vinarliga máta segði: “Minst til, onkur fer at læra okkurt um Jesus í dag, letur tú Hann liva lív Sítt ígjøgnum teg.” Gott, hatta har.

Lívið er tað, sum hendir, meðan vit gera okkurt annað. Tað er tað sama við vitnisburði okkara. Tað er ikki tey sokallaðu andaligu avrikini, sum telja, men heldur útstrálingin, vit ikki vita av. 


2. Mós. 34.29: Táið Móses kom oman, skein húðin á andliti hansara, av tí at Harrin hevði talað við hann; men sjálvur visti hann tað ikki. 


-------------


Hoyrt á leiðini: 


Tað er bara eitt, sum er verri enn at bíða, og tað er at angra, at ein ikki bíðaði.


Fólk, sum halda uppá at fara gjøgnum læstar dyr, sláa seg í og fáa ilt.


-----------



Op. 3.7 „Hetta sigur hin heilagi, hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp – og eingin letur aftur, sum letur aftur – og eingin letur upp



 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page