top of page
Search

Hugleiðingar

um spennandi og minni spennandi søgur


Ein av stóru forrættunum við at búgva á Balabac vóru mongu løturnar, vit fingu at lesa søgur fyri børnunum. Avsíðis á lítlari oyggj, langt úti í útsynningshorninum av Filipsoyggjunum, var ikki møguligt hjá sjónvarpi, teldu og telduspølum at stjala tíðina frá okkum. Ríkt.


Vit lósu nógvar bøkur, øll møgulig sløg. Bøkurnar hjá Agathu Christie dámdi børnunum serliga væl. Eg veit ikki, hvussu nógvar bøkur Agatha Christie hevur skrivað, men tær eru nógvar, og tær munnu vera fáar, sum vit ikki lósu. Hetta eru krimibøkur, og sjálvandi skalt tú vera varin, tá ið tú lesur krimisøgur fyri børnum, men bøkurnar hjá Agathu Christie haldi eg, tú kanst lesa fyri teimum við góðari samvitsku.


Flestu av bókunum eru antin um belgiska Poirot, sum búði í Onglandi og tosaði enskt við sterkum fronskum tónalagi, ella um gomlu ensku Miss Marple, sum tú kundi hugsað tær, tosaði enskt við sterkum enskum tónalagi. Bæði vóru líka dugnalig. Har var einki loyndarmál, sum tey ikki dugdu at loysa.


Tað eru nú mong áratíggju, síðan vit sótu runt borðið á Balabac og lósu Agathu Christie, men minnini eru har enn – sprelllivandi.


——————


Áhugavert hetta við krimisøgum. Stuttligar og spennandi at lesa, men tað er ótrúligt, sum tær hava lítið við veruleikan at gera. Fólk, sum Mr. Poirot og Miss Marple eru als ikki til. Eingin loysir eitt loyndarmál fyri og annað eftir – og so skjótt, sum tey gera tað í hesum søgunum. Tað merkir tó ikki, at tú ikki kanst hugna tær við slíkum søgum. Kanska er tað sum við ævintýrum. Tú kanst ikki siga, at tað er skeivt at lesa ævintýr; men gott at minnast, at tað er berur heilaspuni og ikki veruleiki.


——————


Dorothy Sayers var enskur rithøvundur, sum skrivaði bæði krimisøgur og andaligan lesnað. Í einari bók – „The Mind of the Maker“ – kemur hon inn á hetta við krimisøgum og snøggum, skjótum loysnum. Hon skrivar:


„Lesarum dámar krimisøgur, tí tær eru ein háttur at sleppa burt frá trupulleikunum rundan um okkum. Á ein mjúkan hátt yvirtala tær okkum til at halda, at kærleiki, hatur, fátækadømi, arbeiðsloysi og alt slag av fíggjarligum trupulleikum kunna loysast á sama lætta og spennandi hátt sum krimisøgan. Tað, sum tær ikki vísa, er, at snøgga loysnin, sum kemur beint áðrenn teppið fer niður fyri síðstu ferð, fjalir fyri okkum, at eingin partur av loyndarmálinum er loystur uttan tann, sum er settur fram í søguni, nevniliga hvør tað var, sum hevði gjørt tað. Alt hitt er skúgvað til viks.“


Sayers skrivar eisini, at hatta við skjótum, løttum loysnum ávirkar ofta, hvussu vit síggja tað andaliga lívið. Vit hava lyndi til at gera tað einfaldari, enn tað er, júst sum við krimisøgunum. Ikki undur í, at vit standa vónbrotin og spyrjandi, bæði tá ið tað kemur til okkum sjálv og onnur. Vit vóru so glað, tá ið vit hoyrdu, at tann og tann var komin til trúgv og hevði vent øllum tí gamla bakið, og so vísti viðkomandi seg bara at detta út í gamla lívið aftur. Og eru vit erlig, so síggja vit sama mynstrið í okkara egna lívi. Snøgga svarið, vit hildu okkum hava funnið, ella stóri sigurin, vit hildu okkum hava vunnið, royndust ikki so varandi, sum vit høvdu vónað.


——————


Fyri mongum árum síðan las eg eina bók um Johnny Cash. Bókin lýsti, hvussu hann hevði livað eitt hart lív, men var so komin til umvending. Myndin, sum eg fekk við at lesa bókina, var, at tað, at hann vendi við, broytti alt. Men so fleiri ár seinni las eg nakrar aðrar bøkur um Cash. Tá fekk eg eina heilt aðra mynd av manninum. Jú, har hendi ein broyting, eingin ivi um tað, men hann upplivdi eisini nógvar ógvusligar niðurtúrar aftan á, at hann kom til umvending.


Tíbetur er søgan hjá teimum flestu ikki so fløkjaslig sum hon hjá Johnny Cash. Tað eru mong, sum kunna vitna, at leinkjur slitnaðu, og lívið broyttist, men ikki endiliga á øllum økjum. Sjálvandi hjá onkrum kann grundin til alt tað fløkjasliga vera, at viðkomandi í veruleikanum ongantíð er komin til trúgv, ella bara í sjálvsøkni er vikin av leið. Og tó – menniskjan er ring at skilja, og bara at yppa øksl er ikki at geva sær far um, hvussu nógv skal til „... fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi.“ (Kol.1.28). Vit muga minnast til, at loysnirnar sum oftast ikki eru so einfaldar, sum tær eru í krimisøgunum.


Lívið í Kristusi er ótrúliga ríkt, men ikki altíð lætt. „... tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds.“ (Áp.14.22) Í Rómbrævinum 7.24-25 fylgjast rópini

„Arma menniskja mítt!“ og „Gudi veri tøkk …“ at.


——————


Nú reikaði eg kanska í so víða um. Byrjaði við hugnaligum familjuløtum á Balabac, so hugleiðingar um krimisøgur, endurgeving frá Dorothy Sayers og so lívssøgan hjá Johnny Cash. Vóni ikki, at nakar misskilir meg, royni bara at siga, at tað er gott at minnast munin á heilaspuna og veruleika. Veruligar loysnir eru ikki altíð so skjótar og greiðar sum tær í krimisøgunum – ella í bókum, sum siga, hvussu stórir syndarar komu til umvending.


——————


Og so eitt sitat frá Agatha Cristie:


Besta løtan at koma við hugskotum til eina góða bók er, meðan tú vaskar upp.



Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen

21. Mars 2025



 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page