Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!
- snidgev
- Oct 31
- 3 min read
Hugleiðingar um hugburð okkara móti muslimum
Vit gjørdust partur av arbeiðinum millum molbogfólkið í mai 1987. Stutt áðrenn hetta var eg á einum skeiði um arbeiðið millum muslimar.
Høvuðstalarin hevði arbeitt í Afganistan í mong ár. Hann greiddi frá, at áðrenn tey fluttu til Afganistan, hevði hann nýtt nógva tíð at læra alt tað, hann kundi, um muslimska trúarverju. Tá ið hann kom til Afganistan, skilti hann, at tað var honum til lítla hjálp. At arbeiða millum muslimar snýr seg ikki so nógv um, at duga at sannføra fólk, men at vera góður við tey.
Ein av luttakarunum, vit komu at kenna á skeiðinum, arbeiddi millum muslimar í miðbýnum í Manilla. Áðrenn hann og familjan fluttu til Manilla, høvdu tey arbeitt í Bangladesj í mong ár, og Harrin hevði signað arbeið teirra har á ein serligan hátt. Hann skrivaði fleiri bøkur grundaðar á royndir teirra har, og var ein vælkendur myndugleiki innan evangelisering millum muslimar. Eg hoyrdi frá øðrum, at hann hevði fleiri tilboð frá stórum skúlum í USA, um at koma hagar at undirvísa, men hevði í staðin valt at arbeiða millum muslimar í miðbýnum í Manilla. Nøkur ár seinni segði hann mær, at tað ironiska í tí heila var, at so at siga einki av tí, hann skrivaði út frá royndum sínum í Bangladesj, vísti seg at rigga á Filipsoyggjunum. Bara tí okkurt eydnaðist væl einastaðni, merkir ikki, at tað fer at rigga væl allastaðni.
Eg kom eisini at kenna eini eldri hjún – tað helt eg tey vera tá, ið hvussu er – ið vóru í ferð við at umseta Skriftirnar til eitt av málunum, sum verður tosað á einum av oyggjunum nær við Balabac. Tá ið tey vóru liðug við umsetingina nøkur ár seinni, var tøkkin, tey fingu, at hann varð tikin sum gísli. Í tríggjar vikur hildu teir honum fanga í einum lítlum høsnabúri, sum var lítið hægri enn ein metur. Seinni fór hann í holt við at umseta Skriftirnar fyri ein annan ættarbólk. Hatta eru trúarhetjur.
Ein vitjandi á stevnuni segði frá um eitt skeið, hann skuldi vera við til í Onglandi. Heitið á skeiðinum greip meg. Tað var úr 1. Mós. 17.18, har Ábraham sigur við Gud: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“ Ørindi er kanska ikki tikið í røttum samanhangi. Hatta var jú sagt av Ábrahami í vantrúgv. Hann trúði einki upp á, at hann og Sára kundu fáa ein son, og tí segði hann við Gud: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“ Og kortini er eisini ein ríkur sannleiki goymdur har. Ábraham var góður við Ísmael og ynskti honum tað besta. Hava vit í huga, at muslimar síggja Ísmael sum trúarfaðir teirra, kunna vit yvirføra hugburð Ábrahams til hugburð okkara móti muslimum og biðja: „Høvdu bert fleiri muslimar livað fyri ásjón Tíni.“ Tað er hatta, sum eigur at hava størsta týdning fyri okkum, tá ið tað kemur til muslimar - at hava hjartalag Ábrahams: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“
Á tí eina fundinum segði ein fyrrverandi muslimur frá, at tá ið hann kom til trúgv, noyddu tey trúgvandi hann at eta svínakjøt. Tey søgdu, at hann mátti gera tað fyri at prógva, at hann ikki var muslimur longur. Ræðuligt. Fyri honum var svínakjøt líka vamlisligt, sum hundakjøt er fyri okkum. Hann spýði tað alt uppaftur. Tíbetur fekk hann ikki vaml fyri Kristusi.
-------------
Fyrstu ferð, eg át saman við molbogfólki, segði ein eldri maður við meg: „Et nú bara, vit hava ikki eitrað matin.“ Tað var sagt bæði í skemt og álvara. Á Filipsoyggjum tora fólk ofta illa at eta saman við muslimum, tí teir bera orð fyri at eitra matin. Skulu vit kunna náa molbogfólkinum, og skulu vit náa muslimum sum heild, mugu vit lata fordómar okkara fara.
Millum muslimar á Filipsoyggjunum merkir orðið „kristin“ ein, sum býr í láglendinum ella á meginlandinum, og tí er partur av kristna partinum av Filipsoyggjunum. Tað hevur einki við persónliga trúgv at gera. Tað gav at býta, einaferð vit vóru til eina bygdarveitslu á Balabac. Vit vóru komin í ta løgnu støðu, at bygdarfólkið skyldaði okkum pening, fyri takið á moskuni. Vit høvdu latið okkum yvirtalað at gjalda fyri tað, og so skuldu teir gjalda okkum aftur, tá ið tað lá fyri – sum teir sjálvandi ongantíð gjørdu. Vit lótu tað bara fara. Vit høvdu latið okkum yvirtalað og høvdu helst sjálvir alla skyldina. Ná, men nú vit eru á hesi góðu bygdarveitsluni, reisir elsti maðurin í bygdini seg og skeldar hinar menninar út, fyri ikki at hava goldið okkum aftur fyri takið. „Eitt skal eg bara siga tykkum,“ sigur hann, „vóru hesir útlendingarnir kristnir, høvdu teir langt síðani blakað tykkum í fongsul.“
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
31. Oktobur 2025


