Demas fór frá mær, tí hann fekk kærleika til heimin
- snidgev
- Jul 25
- 3 min read
Updated: Aug 26
„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Demas man vera ein av kendastu samverkamonnum Paulusar. Tíverri var tað ikki fyri tað góða, sum hann hevði gjørt, men tí hann fekk kærleika til heimin og rýmdi.
Demas og hetjurnar
„Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas – ið gera sama verk sum eg.“ Filemon 23-24
„Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.“ Kolossebrævið 4.14
Fyrstu ferð, vit møta Demasi, er í Filemonbrævinum og í Kolossebrævinum. Paulus situr fangi í Róm, og Demas, Epafras, Markus, Aristarkus og Lukas eru hjá honum.
Menninir, sum eru nevndir saman við Demasi, eru allir sannar Andans hetjur. Tú fært kensluna av, at Demas stóð einki aftan fyri hinar. Allir vóru menn, sum tordu at standa á Harrans síðu.
Demas er nevndur saman við Lukasi í báðum brøvunum – Filemonbrævinum og Kolossebrævinum. Hetta kundi bent á, at teir vóru nær knýttir hvør at øðrum. Áhugavert er, at í Seinna Timoteusbrævi – beint eftir at Paulus hevur sagt, at Demas var farin frá honum – sigur Paulus, at eingin var hjá honum uttan Lukas (2. Tim. 4.11). Tað átti at verið Lukas og Demas, men Demas var rýmdur.
Demas og heimurin
Paulus sat tvær ferðir fangi í Róm. Tað, sum vit lesa um Demas í Kolossebrævinum og Filemonbrævinum, er í sambandi við fyrru fongslingina. Tað, sum vit lesa um Demas í Seinna Timoteusbrævi, er í sambandi við ta seinnu fongslingina. Líkt er til, at hann er rýmdur nakað eftir, at Paulus er settur fastur.
Fór frá mær
„Tí Demas fór frá mær …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Orðingin, sum er umsett fór frá mær, kemur tvær ferðir fyri í fjórða kapitli í Timoteusbrævinum. Ta fyrru ferðina í 10. versi – sí omanfyri – og seinnu ferðina í 16. versi, har tað er umsett „sviku meg“.
„Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg …“
At rýma, so sum Demas gjørdi, er tað sama sum at svíkja. Í 16. versi eru tað øll, ið svíkja. Vit vita ikki, hvørji hesi „øll“ eru, ella hví tey sviku hann, men í 10. versi kenna vit svíkjaran, tað var Demas. Demas var ein maður, sum Paulus skuldi havt kunnað litið á, men nei. Slíkt kenst beiskt.
„Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri; nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín, tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.“ Sálmur 55.13-15
Vit síggja eisini hasa orðingina fór frá ella sveik í Hebrearabrævinum 10.25:
„og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“
Her er tað umsett „at geva uppat“. Bæði áhugavert og álvarsamt. At halda uppat at koma saman er at svíkja. Tað var hetta, Demas gjørdi seg sekan í. Og tað er skrivað okkum til lærdóm (Róm. 15.4).
Fekk kærleika til heimin
Kærleikin til heimin dró hann burtur frá Paulusi. Eitt, sum er so ræðandi her, er, at tað er væl møguligt, at Demas sjálvur
einki skeivt sá í tí, sum hann gjørdi. Møguliga kundi hann geva fleiri skilagóðar grundir fyri, hví tað var rætt av honum at rýma frá Paulusi og fara til Tessalonika. Kanska helt hann seg tæna Gudi við tí, sum hann gjørdi – segði kanska, at tað var serligur tørvur fyri honum í Tessalonika. Kanska. Og tó – og hetta er tað álvarsama – so skrivaði Paulus, leiddur av Heilaga Andanum:
„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Jóhannes ápostul tvætlaði ikki, tá ið hann skrivaði:
„Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum. Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 2.15-17
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
25. Juli 2025


