Bíblian og røtt lívsfatan
- Jógvan Júst Rasmussen
- Mar 7
- 3 min read
Updated: Mar 20
Hugleiðingar um lív og verk Frances Schaeffers
Fyrstu ferð eg las um Frances Schaeffer var í danska blaðnum Udfordringen. Hetta hevur verið afturi í hálvfjerðsunum. Eg fekk varhugan av, at hetta var ikki ein vanligur gamal maður. Hann hevði langt hár, stórt høkuskegg og gekk í sveisiskum knæbuksum. Greinin segði, at hann var úr Amerika, men búði í Sveis, og at hann og konan, Edith, arbeiddu millum ungar fjakkarar. Tey høvdu skrivað fleiri bøkur og seinni, eftir at eg var fluttur til Amerika og dugdi enskt, byrjaði eg at lesa bøkurnar hjá teimum.
Frances Schaeffer fór heim til Harran í 1984. Nakað eftir hetta komu allar bøkurnar hjá honum út í fimm stórum bindum. Nakrir vinir, sum vistu, hvussu væl mær dámdi at lesa Schaeffer, keyptu mær bindini. Hetta var ein sannur dýrgripur, og eg fór hugaligur undir at lesa tey. Men so einaferð – hetta var eftir, at vit vóru flutt til Balabac – hendi tað keðiliga, at termittir gjørdu enda á fleiri av bókunum hjá mær, har ímillum tær hjá Schaeffer. Vit vóru av oynni, tá ið tað hendi. Trist at koma aftur til. Har var lítið annað enn støv eftir.
Hendingin við termittunum, minnir meg á eina søgu um Schaeffer, tá ið hann var tannáringur. Fyri at minna seg á ikki at liva fyri slíkt, sum bara fór at enda á ruskplássinum, gjørdi hann tað til vana hvønn dag á veg til og heim úr skúla at ganga fram við einum stórum ruskplássi.
Einki, sum heimurin hevur at bjóða, er varandi, sjálvt ikki góðar bøkur. At hugsa bíbilskt er at minnast, at fyrr ella seinni gerst alt støv. Pætur sigur: „ – Táið nú alt hetta loysist sundur – hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta.“ (2. Pæt. 3:11)
Kendast man Schaeffer vera fyri tað, sum hann skrivaði um heimsspeki, mentan og vesturheimin. Nær knýtt at hesum skrivaði hann eisini nógv um trúarverju, men hann steðgaði ikki har. Hann skrivaði eisini um týdningin av at liva tað, vit trúgva, bæði sum trúgvandi og sum samfelagsborgarar.
Brot eftir Frances Schaeffer
Um at trúgva Bíbliuni
• Kristindómur, sum ikki er grundaður á, at Bíblian er sonn, øll sum hon er, er ikki kristindómur.
• Alt, sum Bíblian sigur um alt, er satt, men Bíblian sigur ikki alt um alt.
Um at liva Bíbliuna
• Einki er so vakurt sum rætt fataður kristindómur. Ein høvuðsgrund til, at fólk vraka kristindómin, er, at tey fata hann ikki. Tey fata hann ikki, tí vit duga so illa at liva hann.
• Røtt trúgv uttan miskunn er ljót.
• Tað gevur onga meining at verja Bíbliuna, um vit ikki liva tað, sum hon lærir.
Um samkomuna
• Ein tann størsti órætturin, vit kunn gera móti ungfólki, er at biðja tey vera konservativ. Kristindómur er ikki konservativur, hann er kollveltandi.
• Samkoman, bæði einstaklingarnir og heildin, hava lyndi til at gera verk Harrans í kraft holdsins, heldur enn Andans. Við øðrum orðum – trupulleikin liggur í tí, sum gongur fyri seg innan í fólki Guds – ikki í tí, sum gongur fyri seg í heiminum rundan um tey.
Um heimsspeki, mentan og vesturheimin
• Kristin eiga at nýta list at æra Gud við, ikki bara at evangelisera við. List í sær sjálvum, nýtt á rættan hátt, er lovprísan.
• At svíkja, tá ið tað kemur til at taka sannleikan í álvara, júst á teimum økjum, har tað kostar okkum at gera tað, er at bólta komandi ættarliðnum inn í eina framtíð, har fólk síggja einki sum skeivt ella rætt.
Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
7. Mars 2025