top of page
Search

Blídni

Updated: Aug 26

– sæð í bakspeglinum og í Bíbliuni


Blídni í bakspeglinum

Blídni er týdningarmikið – ikki minst í samkomuhøpi. Tú minnist tað, bæði tá ið tað er jaligt, og tá ið tað er neiligt.

Eg fari ikki at festa meg við ta neiligu síðuna. Har havi eg helst svikið alt ov ofta sjálvur, kanska enntá uttan at hava givið mær far um tað.

Vit halda okkum til jaligu síðuna.


Hvør lívsælt er tað, meðan her vit fara

sum gestir gjøgnum heimsins myrku lond,

at savnast so við Harrans lítla skara

í bróðurfriði og í kærleiksond!

Ókent sálmaskald. (V. Danielsen týddi úr norskum).


Tá ið eg fór at hugsa um evnið, komu mær í hug eini eldri hjún úr Baltimore. Baltimore er heimstaðurin hjá Cathy. Hjúnini itu Elsa Marie og Milton Loizeaux.


Vit hittu tey heilt afturi í 1980. Nógv vatn er runnið í havið síðan tá. Løgið, at júst tey komu mær í hug. Eg kundi nevnt mong onnur, bæði í Føroyum, Baltimore og aðrastaðni við. Eg haldi, at orsøkin til, at eg kom at hugsa um tey, er, at tey vóru har, júst tá ið okkum serliga tørvaði tað. Vit vóru jú júst flutt til Baltimore, og nógvar avbjóðingar stóðu fyri framman.


Baltimore økið er stórt, og vit búðu í so langt frá samkomuni, sum Cathy hevði verið knýtt at, áðrenn hon fór á skúlan hjá NTM. Vit valdu at finna onkra samkomu, sum var nærri við, har vit búðu. Fyrsta samkoman, sum vit vitjaðu, æt Loch Hill Chapel. Samkoman var lítil, og miðalaldurin var í so høgur. Tað var her, at vit møttu Elsa Marie og Milton Loizeaux.

Eftirnavnið Loizeaux er franskt og trupult at úttala, men eg kendist við tað beinanvegin. Tað var navnið á einum stórum kristnum bókaforlagi „The Loizeaux Brothers“. Eg spurdi, um tað var sama eftirnavn, og jú, so var. Loizeaux brøðurnir vóru abbabeiggjar Milton Loizeaux.


Vit vóru nógv saman tær næstu vikurnar. Familjan var stór og nær knýtt. Hugaligt at møta slíkum familjum. Systir Milton og maður hennara vóru trúboðarar í Afrika og vóru júst tá heima í farloyvi. Eisini sera fitt og fyrikomandi fólk.

Hóast vit kendu okkum væl millum teirra, so kendu vit tó, at okkum tørvaði eina samkomu, har miðalaldurin ikki var so høgur, har tað vóru fleiri fólk á okkara egna aldri. Eg minnist, hvussu keddur eg var at skula siga Milton, at vit komu helst ikki at ganga í teirra samkomu. Men tað var eingin trupulleiki. Tey skiltu okkum væl og vóru júst líka fitt og blíð hóast tað. Vit møttust ikki so ofta eftir hetta, men tá ið vit møttust, vóru tey altíð somu fittu, blíðu fólkini.


Milton Loizeaux var knýttur at einum bíbliuskúla í Baltimore. Skúlin æt Baltimore School of the Bible. Hetta var ein kvøldskúli, har tilkomin fólk kundu fáa miðvísa bíbliuundirvísing uttan at noyðast at gevast við teirra dagliga yrki. Seinni skilti eg, at hann var ein av teimum leiðandi á skúlanum. Eg visti ikki fyrr enn seinni, hvussu væl kendur bæði skúlin og Milton vóru í øllum Baltimore umráðnum. Eg visti heldur ikki, at Loizeaux navnið var væl kent innan vinnulívið í Baltimore. Millum annað var pápi Milton ein av stigtakarunum, tá ið „Baltimore Gas and Electric“ á sinni varð stovnað. BGE veitir el til Baltimore og alt økið har rundanum. Har búgva væl meira enn ein millión fólk. Kanska ikki so løgið, at eg ikki visti um alt hetta fyrr enn seinni. Milton tosaði ikki um seg sjálvan. Tað snúði seg um hini.


So spola vit 17 ár fram og koma til 1997. Vit eru í farloyvi og eru boðin til eina trúboðarastevnu hjá áðurnevnda bíbliuskúlanum í Baltimore. Tá ið eg komi inn, síggi eg Milton og fari yvir at heilsa upp á hann. Hann kendi meg ikki. Sonurin segði, at pápin hevði fingið minnissvinn (demens). Nøkur ár seinni flutti hann heim í dýrdina.

Jú, mong ár eru liðin, men blíðskapin minnast vit enn. Hann situr eftir – nógv longur enn vit ána.


Blídni í Bíbliuni

„Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum ... Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum.“ Ápostlasøgan 28.15


„Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli.“ Rómbrævið 15.29


„Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.“ Ápostlasøgan 28.2


At vísa blíðskap er at geva fólki mót av nýggjum (Áp. 28.15). Tað er at koma við signing Kristusar í fullum máli (Róm. 15.29). Tað er at vísa teimum óvanligan menniskjakærleika (Áp. 28.2).


Onkur hevur sagt tað soleiðis:


„Minst til, at øll, tú møtir, stríðast við okkurt. Blídni lættir teimum um byrðuna.“


Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen

8. August 2025

ree

 
 

Samband

Tel: +39 328 141 2591

Ella skriva til okkum á Facebook.

bottom of page