At tora at geva øðrum eitt skump
- snidgev
- Aug 22
- 4 min read
Updated: Aug 26
– og tvær kvinnur, sum eita Joy
Tað er so lætt at steðga upp. Ótrúliga lætt. Tá er gott at hava havt fólk á leiðini, sum hava havt dirvi og vísdóm at givið okkum neyðugu skumpini.
Hugsaði at siga frá tveimum kvinnum, sum Harrin nýtti, júst tá ið Cathy og eg høvdu brúk fyri slíkum skumpum. Báðar eita Joy, og báðar eru knýttar at býnum Baltimore í USA. Onnur búði har eitt ár; hin hevur búð har alt lívið og býr har enn.
Tað, sum eg her sigi frá, fór fram fyri meira enn 40 árum síðan, men vit njóta ágóðan av tí enn.
Joy Cunningham
„og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“ Hebrearabrævið 10.25
Harrin nýtti Joy Cunningham at geva okkum eitt skump, tá ið tað kom til at ganga á møti.
Vit møttu Joy og manni hennara, Arthur, nakrar mánaðir eftir at Cathy og eg fluttu til Baltimore. Vit vóru grannar. Hetta var í 1980. Cathy og eg leitaðu eftir eini samkomu at ganga í. Men eftir at hava leitað í eina tíð, góvu vit so við og við uppat at leita – og at ganga á møti. Tað vardi tíbetur ikki so leingi, men var kortini ósunt.
Joy og Arthur vóru eini 20 ár eldri enn vit. Tey vóru kanadiarar, men búðu nú eitt ár í Baltimore, meðan Arthur fekk sær víðari útbúgving innan røntgenviðgerð.
Grundin til, at vit komu at kennast, var, at vit høvdu vitjað samkomuna, sum tey gingu í, og onkur í samkomuni hevði sett tey í samband við okkum. Samkoman var júst tann, sum vit høvdu leitað eftir, men onkursvegna fingu vit bara ikki upp í lag at fara aftur hagar.
Ein dagin sigur Joy við meg, at hon hevði lagt til merkis, at vit gingu ikki á møti. Hon segði, at hon bað fyri okkum. Hon visti, at Harrin hevði kallað okkum at fara út sum trúboðarar og var stúrin um tað, sum hon nú sá. Hon nevndi eisini, at hon og Arthur kendu, at ein orsøk til, at Harrin hevði leitt tey inn í lív okkara, var at eggja okkum til ikki at sleppa kallinum.
Vinabandið við Joy og Arthur fekk okkum so líðandi at síggja álvaran í tí ikki at ganga á møti. Og stutt áðrenn Heidi varð fødd í februar 1981, byrjaðu vit regluliga at koma í samkomuna, sum Joy og Arthur gingu í. Hetta hevur verið heimasamkoma okkara í USA líka síðan.
Vit vóru grannar í eitt ár. So fóru tey aftur til Kanada, og vit fóru til Pennsylvania. Tey fóru aftur til arbeiðið innan heilsuverkið, og vit fóru aftur til útbúgving okkara við New Tribes Mission. Tey búðu langt vesturi í Kanada, og vit búðu á eystursíðuni í USA. Hóast vit samskiftu regluliga, hittust vit ongantíð aftur; men slík fólk gloymir tú ikki.
Joy Warnken
„Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!“ Orðtøkini 4.25
Ivast ikki í myrkrinum um tað, sum Gud hevur víst tær í ljósinum. (William Carey)
Harrin nýtti Joy Warnken at geva okkum eitt skump, tá ið vit hugsaðu um at sleppa tankanum at fara út á trúboðanarmarkina.
Veruleikin er, at av teimum, sum seta sær fyri at fara út sum trúboðarar, eru tað fá, sum fara. Mangt kann koma á leiðina, men eg haldi, at ein stór orsøk er manglandi undirtøka. Manglandi skump kunnu vit eisini siga.
Eg gloymi ongantíð, hvussu góðan hug eg hevði bara at sleppa tankanum um at fara út. Tað tóktist mær láturligt at billa mær inn, at eg kundi megna nakað slíkt. Og so var tað eisini tað, at eg nú var familjumaður. Har vóru fleiri atlit at taka.
Joy og Cathy høvdu kenst í mong ár. Cathy kom til trúgv sum 16 ára gomul og kom nøkur ár seinni upp í bíbliubólkin hjá Joy.
Joy, sum var ógift og lærarinna, halgaði alla frítíð sína til ungdómin. Mong savnaðust hjá henni. Á myndini síggja vit Joy saman við nøkrum teirra. Hon er longst til høgru í øðrum rað. Cathy er nr. 3 frá vinstru í sama rað.
Eftir at Cathy og eg komu saman, kom hon eisini at hava ein týðandi lut í mínum lívi. Ein dagin nevndi eg við Joy, at eg helt, at tað var helst ikki ætlanin, at Cathy og eg skuldu fara út sum trúboðarar. Hon svaraði stutt og greitt, at tað var nakað tvætl. Eingin skuldi billa henni inn, at tað ikki var vilji Harrans við okkum. Og so varð einki meiri roks um tað. Joy hevur altíð stevnt móti málinum sjálv og væntað tað sama av øðrum.
Týdningurin av at halda á
Tað er gott at gera tað til eina meginreglu aldri at gevast, meðan tú ert mótfallin. Ætlar tú at skifta kós, bíða so, til tú hevur fingið mótið aftur.
Kanska sagt eitt sindur óstortsliga, men Skriftin hevur ikki nógv gott at siga um fólk, sum stungu í sekkin, tá ið mótbrekkan gjørdist tung.
Skulu vit megna at halda á, so tørvar okkum fólk í lívi okkara sum tær báðar Joy, fólk, sum duga at halda okkum til, og sum tora at geva okkum eitt skump.
Og so mugu vit eisini spyrja okkum sjálv, hvussu mong eru steðgað upp, tí vit ikki komu teimum til hjálpar og styðjaðu tey fram á leiðini? Álvarsamt. Tað er lætt at tosa um tey, sum gevast, men ikki so lætt at tosa við tey.
Vert at taka til eftirtektar. Orð eftir: Jógvan Júst Rasmussen
22. August 2025


