At fara, hagar Harrin sendir okkum
- snidgev
- Jan 24
- 3 min read
Ymist, ein skrivaði sær niður, meðan vit bíðaðu eftir innfararloyvi til Indonesia
Tá ið vit ikki tíma
Watchman Nee sigur í einum av bókum sínum (The Normal Christian Worker):
"Tað er nógv, vit kunnu sleppa undan, vilja vit tað. Men skulu vit vera nýtilig í hondum Harrans, er tað av alstórum týdningi, at vit velja at líða fyri Hansara skuld. Vilja vit ikki velja at líða fyri Hann, fer tað, vit royna at avrika fyri Hann, at hava lítið virði."
Um várið í 84, meðan vit bíðaðu eftir innfararloyvi til Indonesia, vóru Sonni Poulsen og eg heima í Føroyum í senn. Eitt kvøldið, aftan á at vit høvdu havt møti onkustaðni, siteraði Sonni eitt vers úr Guds Fólks Songbók fyri mær:
"Tann sál, sum Gud vil gera á jørð ein Ábraham,hon Ísak sín má bera, sum lýdnisoffur fram."
Eitt vers, sum gjørdist mær serliga ríkt hesa tíðina, var Jóh. 14.31:"Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiðani!"
Á einum morgunmøti las Poul Færø hetta versið úr Es. 49.6:
"Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels – nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!"
Ein hevur ofta leitað aftur til hatta versið.
Tvey onnur vers, sum gjørdust mær sera rík hesa tíðina, vóru Es. 33:20 og 1. Mós. 49.14-15:
"Eygu tíni skulu síggja Jerúsalem sum tryggan bústað, sum tjald, ið ikki verður flutt; hælirnir verða aldri upptiknir, og togini verða aldri sundurslitin."
– Es. 33.20
Einaferð, so verður alt tað ótrygga, tengt at flyting, yvirstaðið.
"Issakar er eitt beinsterkt esil, sum liggur í friði í byrgi sínum. Honum tykti hvíluna góða og landið hugnaligt; so boygdi hann ryggin undir byrðina og varð ófríur – ein trælur!"– 1. Mós. 49.14-15
Varða teg, tað er so lætt at boyggja ryggin undir byrðina og gerast ófríur – ein trælur.
Stutt eftir at vit komu til Filipsoyggjarnar, lutaði ein trúboði við okkum hetta sitatið, ein eldri kvinna hevði skrivað til teirra:
"Mugu Guds signingar umgirða tykkum og verða lættari at síggja enn alt tað, sum tyngir."
Tá ið vit ikki orka
Onkur hevur sagt, at verk Harrans er samansett av stórfingnum møguleikum at dýrdargera Hann. Trupulleikin er bara, at hesir møguleikarnir eru íklæddir hóttandi forðingar, og tí síggja vit teir ofta ikki.
Ein enskur prædikumaður, sum æt Allan Redpath, skrivaði í einum av bókum sínum:
"Tá ið Gud vil avrika tað ómøguliga, tekur Hann menniskju, vit siga eru ónýtilig, og brýtur tey."
Kendi trúboðin í Kina, Hudson Taylor, segði:
"Hvussu mong eru ikki tey, sum meta trupulleikar sínar í ljósinum av egnari styrki og tí ikki megna tað lítla, tey royna. Allar hetjur Guds hava verið fólk, sum avrikaðu tað stóra, tí tey roknaðu við Honum."
Meðan vit vóru á málskúla í USA í 82 og 83, lutaði ein vinmaður við meg fylgjandi sitat:
"Stríðist tú uttan at síggja ávøkst, er tað tí onkur annar fer at síggja ávøkstin.Sært tú ávøkst uttan at hava stríðst fyri hann, er tað tí onkur annar hevur gjørt tað stravna arbeiðið.Skal ávøkstur síggjast, má onkur fyrst taka sær av tí stravna.Hatta er meginreglan, tey fylgja, sum hava tikið upp krossin."
Í einum filmi um enska rannsóknarmannin Shackelton til Suðurpólin, segði Shackelton:
"Tann, sum veit júst hvar hann fer, fer ikki langt."
Tá ið vit koma, hagar vit fara
Høvuðssagnorðið í Mark. 16.15 er “prædikið” ella “kunngerið,” ikki “farið.”Í ljósinum av hesum ljóðar ein umseting av versinum soleiðis (Wuest umsetingin):
"Tá ið tit eru farin út í allan heimin, kunngerið tey góðu tíðindini fyri øllum skapninginum."
Við øðrum orðum, tað er givið, at vit øll fara onkustaðni. Spurningurin er, hvat gera vit, tá ið vit koma har?
"Men táið tey komu til tjóðirnar, ið tey komu til, vanhalgaðu tey heilaga navn Mítt..."
– Ezek. 36.20
Á síðsta møtinum í Betesda, áðrenn vit fóru til Filipsoyggjarnar, las Páll á Dul 5. Mós. 33.27:
"Bústaður er hin ævigi Gud, og her niðri eru hinir ævigu armar."
Hann segði, at armar menniskjanna eru ikki ævigir og nevndi í tí sambandi, at hann misti pápan sum ungur, og eg mammuna. Men Harrans armar, segði hann, eru ævigir, og vit kunnu hvíla í vissuni um, at óansæð hvar vit eru, røkka teir til okkara, og tað fer ongantíð at koma tann dagur, at teir ikki longur røkka til okkara.
