Parola 2023 - har vit LESA, LÆRA og LIVA
top of page

Parola 2024

Parola er fultteknað!

Um parola

PAROLA ynskir at eggja ungum at LESA, LÆRA & LIVA heimsins kulastu bók!

Einfalda visiónin hjá PAROLA, sprettir úr einum longsli eftir at síggja eitt nýtt ættarlið reisa seg – eitt ættarlið, sum dyrkar Gud og elskar Bókina hjá Honum.

 

Visiónin er bygt á 2 Timoteus 3:16-17.

Video
Praktiskt

Praktiskt

Parola verður hildið í Landspartinum Molise í Suðuritalia. Tað tekur uml. 4 tímar at koyra frá Roma Fiumicino floghavnini, til bygdina í Molise, har Parola er.

Parola 2024 verður hildið 5. - 13. august. Vit byrja kl. 18:00 tann 5. august. Tú mást møguliga koma til Italia dagin fyri, fyri at náa fram til tíðina.

Prísurin fyri Parola er kr. 4.000,- (uppihald, mat, tilfar, bus o.a.). Ferðaseðlar eru ikki íroknaðir!

Tit búgva í einum depli mitt í bygdini. Tú skalt hava seingjarklæðir við.

Parola tekur sær ikki ábyrgd av ferðing til Italia, men vit koma eftir tykkum á Roma Fiumicino lufthavnini 5. august um 13:00 tíðina.

Hevur tú aðrar spurningar, so send okkum ein teldupost á parola@parola.fo, ring til á (+39) 328 141 2581, ella skriva boð.

Contact

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
2. timoteus kAP 3 vers 16-17.

bottom of page